Fólk á ferð Strandfaraskip Landsins

Strandferðslan flytur 1,2 millión fólk um árið

Tórfríð heldur skansan á Farstøðini

Smyril hevur skift frá tungolju til gassolju

Nýggjar tyrlur skapa nýggjar møguleikar

Ókeypis – Summar 2016 03 Strandferðslan flytur 1,2 millión fólk um árið 05 Hetta kostar strand­ ferðslan at reka 06 tórfríð heldur skansan á Farstøðini 11 80 ár í starvi á Strandferðsluni Leiðslubólkurin

14 triði Smyril tók 10 bilar 16 Sandoyarleiðin Leiðslubólkurin á Strandfaraskipum Landsins. F.v. Hilmar Eliasen, næststørsta leiðin stjóri, Jens Petur Brattalíð, leiðari á samferðsludeildini, Anna 18 Smyril hevur skift frá Maria Ellingsgaard, HR-leiðari, Niels Juel Arge, fíggjarleiðari, og tungolju til gassolju Jóhan Petur Abrahamsen, leiðari á sjódeildini. 22 anna Maria nýggjur HR-leiðari 23 nýtt sjúkrakamar á Smyrli 24 nýggjar tyrlur skapa Strandferðslan nýggjar møguleikar á útoyggj við nýggjum blaði 28 the public transport company of the faroe Blað­ið, tú situr við í hondini, er so greitt er, at okkum áliggur at islands fyrsta útgávan av nýggja blaðnum levera. hjá Strandfaraskipum Landsins, Tá onki hoyrist um t.d. avlýstar sum á ymsan hátt lýsir virksemið hjá túr­ar, eydnast okkara uppgáva til fyri­tøkuni. fuln­ar, og soleiðis er flestu dagar. Strandferðslan flytur árliga 1,2 Viðhvørt­ hava vit tó avbjóðingar, millión­ fólk við skipum og bussum, men tær verða loystar. og tørvurin á kunning í miðlunum og Sum stjóri á Strandferðsluni vóni á heimasíðu okkara um fráferðir o.a eg, at tú sum viðskiftafólk tekur væl er áhaldandi. ímóti blaðnum og fært væl burtur úr Við nýggja blaðnum fegnast vit um grein­un­um og myndunum, sum eisini at kunna greiða frá yvir­skip­ prýða blaðið. að­um viðurskiftum og siga nakrar Vit hava gjørt av at royna átakið í persón­ligar søgur í sambandi við eini royndartíð, og eydnast tað væl, Fólk á ferð okkara virksemi. verður ein nýggj útgáva at fáa á Ein orsøkin til blaðið er júst, at vit skip­um, í bussum og á farstøðum Útgevari halda okkum hava nógvar góðar tríggj­ar ferðir um árið í framtíðini. Strandfaraskip Landsins søgur at siga, tí tað er ikki smávegis, Ábyrgd sum okkara dugnaligi starvsfólka­­ Hilmar Eliasen, stjóri hópur fær frá hondini hvønn dag. Hilmar Eliasen, stjóri Tilsamans 170 starvsfólk í 120 árs­ Strandfaraskip Landsins Redaktión Eyðhild Jacobsen verkum eru í fyritøkuni. Tey eru Niels Juel Arge skipað í rættiliga ólíkar fakbólkar, sum allir skulu virka saman á besta Uppseting og hátt at loysa sínar uppgávur. samskipan Sendistovan Týðandi uppgáva Prent Uppgávan hjá Strandferðsluni hvønn Føroyaprent dag er at tryggja flutningin við fólki Forsíðumynd og farmi millum oyggjarnar og veita Ingi Sørensen borgarunum bestu tænastu á øllum leiðum. Onnur Útreiðslurnar av virkseminum eru myndafólk Ólavur Frederiksen árliga 197 mió. kr. og inntøkurnar 64 Jógvan Helgi Hansen mió. kr. Rakstrarjáttanin frá løg­ting­ Høgni Heinesen inum var í 2015 góðar 133 mió. kr., Strandferðslan flytur 1,2 millión fólk um árið

Uppgávan hjá Strandferðsluni er at flyta fólk og farm trygt millum oyggjar og bygdir í Føroyum. Hetta verður gjørt við sjey skipum, fimm lastbilum og 28 bussum, sum Strandferðslan hevur sáttmálar við privat um at reka. Við skipum og bussum flutti Strandferðslan 1,2 millión fólk í 2015 Nærum 100 ár eru liðin, síðan landið var Sandoyarleiðin við 179.650 ferð­ Í lógini verður staðfest, at landið yvirtók­ Smiril frá Mortensens monn­ andi og tann triðstørsta Nóls­oy­ar­ hevur skyldu til at skipa fyri nøktandi un­um á Tvøroyri. Hetta var upprunin leiðin við 87.597 ferðandi. Á Kals­oy­ sjó­vegis fólkaflutningi, farma­flut­ til, at landið fór at standa fyri sjóvegis ar­leiðini vóru 48.702 ferðandi, á ningi og flutningi av akførum og flut­nings­kervinum­ í Føroyum. Seinni Svínoy­ ­ar­leiðini 12.096 og á Skúvoy­­ nøkt­andi landvegis fólkaflutningi á fór Strandfaraskip Landsins eisini at ar­leið­ini 4.655. teimum­ farleiðum, „har tað hevur standa fyri bussleiðunum og tyrlu­ Størsta farleiðin við bussunum var stór­an samfelagsligan týdning, at flúgving­ini kring oyggjarnar. Tórshavn–Klaksvík við 143.268 skipað verður fyri flutningi.“ Í dag flyta skip og bussar fólk í Ásett er eisini ítøkiliga, hvørjar hópa­tali millum oyggjarnar 365 sjó­vegis farleiðir flutningsskyldan er dagar um árið. Skipaleiðirnar kallast »Uppgávan er gald­andi fyri, og at landsstýris­­ Oyggja­leiðir, og bussleiðirnar eru hvønn dag at veita maðurin­ í kunngerð kann áseta flut­ skip­aðar í Bygdaleiðir. Tyrlu­flúgv­ fólki og fyritøkum nings­skyldu fyri aðrar farleiðir sjó­ ing­ini stendur fyri í vegis og landvegis. Eisini kann sam­starvi við Strandferðsluna. í Føroyum eina so lands­stýris­maðurin áseta reglur fyri, „Okkara virksemi er umfatandi. góða tænastu sum hvørji krøv farmur skal lúka. Vit eru 170 starvsfólk í 120 árs­ „Vit gera alt fyri at liva upp til ta verkum,­ og starvsfólkini búgva kring gjørligt upp­gávu, sum er litin okkum upp í alt landið og eru skipað í ymsar fak­ hendi. Vit síggja okkum sum eina bólkar. Uppgávan er hvønn dag at ferð­andi í 2015. Næststørsta leiðin er fyri­tøku, hvørs partaeigarar eru veita fólki og fyritøkum í Føroyum flog­vallarleiðin­ við 86.428 ferðandi borg­ar­ar­nir í Føroyum, politiska eina so góða tænastu sum gjørligt,“ og tann triðstørsta Fuglafjørður– skipan­in og vinnulívið. Eru parta­ sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strand­ Klaks­vík við 73.581 ferðandi. Á eigar­ar­nir nøgdir, fegnast vit, og ferðsluni. Skála­fjarð­ar­leið­ini koyrdu 60.419 krevjast broytingar, tillaga vit okkum fólk í 2015 og millum Havnina og og fremja tær,“ sigur Hilmar Eliasen. Størstu farleiðirnar Vest­manna 32.690 fólk. Besta lýsingin av, hvussu stórt virk­ semið hjá Strandferðsluni er, eru Flutningsskyldu hag­tøl­ini yvir ferðandi. Tølini fyri sambært lóg 2015 vísa, at 678.752 fólk ferðaðust Hjól­ini mala, og skipini sigla sostatt Visti tú at við skip­unum og 503.009 við buss­ við einum góðum endamáli, tí un­um í 2015 – tilsamans 1,18 millión Føroyar verða hvønn dag bundnar » Størsta farleiðin sjó­vegis fólk. Til samanberingar fóru um saman sjógvegis og landvegis, so fólk hjá Strandferðsluni er 300.000 um flogvøllin í 2015. skulu kunna koma aftur og fram. Suðuroyarleiðin Størsta sjóvegis farleiðin er Suður­ Sam­bind­ing­in av oyggjum og bygd­ » Leið 400 Tórshavn– oyar­leiðin. Við Smyrli sigldu 222.896 ­um er fyriskrivað í løgtingslógini um Klaksvík er størsta far­ fólk í 2015. Næstastørsta farleiðin fólka- og farmaflutning frá 2001. leið­in við buss­un­um » Atlantic Airways røkir innanoyggja­ ­flúgv­ing­ina við tyrlum fyri Strand­ ferðsluna

4 | Summar 2016 Hetta kostar Strandferðslan at reka

Í fjør kostaði Strandferðslan 133 mió. kr. netto at reka. Útreiðslurnar vóru 197 mió. kr. og inntøkurnar 64 mió. kr. Hóast játtanin var nakað lægri enn upprunliga umbønin, helt játtanin, tá árið var at enda komið. Aftrat nýtsluni á rakstrarjáttanini var nýtslan á íløgujáttanunum knappar 7 mió. kr.

Strandferðslan bað upprunaliga um 139 mió. kr í rakst­rar­ Havandi í huga avbjóðandi kringumstøðurnar í einum játtan fyri 2015. Endaliga samtykta játtanin gjørdist 4,7 oyggja­landi sum Føroyum við skjótt skiftandi veðri og mió. kr lægri, eftir at uppskotið hevði verið viðgjørt í løg­ annars lutfalsliga gomlum rakstrargøgnum, er ofta trupult tinginum. at meta um rakstrarpostarnar fram í tíðina. Í hesum talinum var m.a. ein minking í oljuútreiðslum Í fíggjarætlanunum verður roynt at leggja upp fyri út­ á 8 mió. kr., ein hækking á 2,7 mió. kr. í lønum til Smyril, reiðsl­um til dokkingar og avloysaraskip, men skip kunnu sum fekk meiri manning, og so ein lækking í ferða­seðla­ brád­liga gerast óvirkin vegna skaðar ella tøknilig brek, og prís­um á 600.000 kr. Í apríl 2015 minkaði løgtingið tá eru góð ráð dýr, ofta heilt bókstaviliga. harumframt samlaðu rakstrarjáttanina við 700.00 kr. Strand­ferðslan hevur einki eyka skip tøkt at seta í sigl­ aftrat. Meginparturin av nettoútreiðslunum hjá Strand­ ing í eini skjótari vend, men kortini skulu allar avbjóðingar ferðsluni verður brúktur til at reka skipini, til­samans 83 loys­ast, tí skipini sigla hvønn dag eftir fastari ferðaætlan. mió. kr. ella 62 prosent av nettojáttanini. Bygdaleið­ ­ir Viðhvørt­ er neyðugt at søkja um eykajáttan, og tá er al­ standa fyri 28 mió. kr. ella 21 prosentum av netto­út­ oftast talan um brádliga íkomnar og óvæntaðar hendingar. reiðslu­num. „Strand­ferðslan hevur borið fram ynski í Sam­ferðslu­ Far­støðin og farmastøðirnar eru 10 mió. kr. ella 7,5 ráðnum­ um at keypa eitt eyka skip, ið kann liggja tøkt. prosent av nettoútreiðslunum og umsitingin 12 mió. kr. Í Hetta hevði m.a. loyst trupulleikan at finna leiguskip á báðum støðum eru lønirnar umleið helvtin. Kals­oy­ar­leiðini, tá Sam siglir við farmi aðrastaðni. Útlit Inntøkurnar hjá Strandferðsluni eru serliga á skipunum, eru til, at eyka skipið kemur, og tað fegnast vit um,“ sigur knappliga 45 mió. kr. árliga. Ferðaseðlasølan stendur fyri Hilmar Eliasen, stjóri. 24 mió. kr., og matsøla er um 11 mió. kr. Inntøkurnar av farma­flutningi vóru 8 mió. kr. í 2015. Á Bygdaleiðum er ferða­seðla­inntøkan 17 mió. kr.

Avbjóðingar av óvissum Tá Strandferðslan ger uppskot til fíggjarætlan, verður hetta vanliga gjørt eitt hálvt ár undan ársbyrjan, og longsta tíð­ar­bilið í fíggjarætlingini er tá hálvtannað ár.

Summar 2016 | 5 Tórfríð heldur skansan á Farstøðini

„Strandferðslan, góðan dag,“ sigur fryntliga røddin í horninum, tá tú ringir til rutuupplýsingina. Røddina eigur Torfríð Johannesen, sum hevur starvast á Strandferðsluni í 32 ár. Hon hevur tó ikki øll árini starvast á rutuupplýsingini. Rík minnir hevur hon m.a. frá teirri tíðini, tá Smyril sigldi millum Føroyar og Skotland.

Tórfríð Johannesen uttan fyri Farstøðina í Havn í góðveðri. Í 32 ár hevur hon starvast á Strandferðsluni, og hvønn gerandisdag kemur hon til arbeiðis úr Nólsoy.

6 | Summar 2016 »Tá hon fekk ein eftirnølara miðskeiðis í 90’unum, gjørdi hon av at siga upp Spyrt tú hana, hvussu ofta hon hevur „Eina ferð ringdi ein kona og verður. Gamaní eru bundnar upp­ sagt „Strandferðslan, góðan dag,“ spurdi, hví bussarnir høvdu avlýst. gávur sum at telja kassar, bíleggja veit hon tað ikki, tí tað hevur hon Tað var tí, at so nógvar hvirlur vóru, bólka­ferðir, avrokna farmabrøv og gjørt óteljandi ferðir. segði eg. Konan spurdi so, um svara telefonini, men óvæntaðar av­ Tórfríð Johannesen byrjaði sum Strand­ferðslan visti, hvaðani hvirlur­ bjóð­ingar eru altíð, og tað dámar catering-dama umborð á Smyrli, nar komu. Tá svaraði eg bara, at so henni væl. gott samband høvdu vit ikki uppeftir, „Strandferðslan er eitt sera gott so tað vistu vit ikki,“ sigur Tórfríð arbeiðs­pláss, og hetta er akkurát eg »Strandferðslan, flennandi. at loysa avbjóðingarnar, sum tær góðan dag Dagurin hjá Tórfríð byrjar árla á koma. At práta við fólk dámar mær morgni í Nólsoy. Tá Ternan loysir frá eisini sera væl,“ sigur Tórfríð landi kl. 07.20, hevur hon longu Johanne­sen. sum hon í 12 ár sigldi við millum svarað vakttelefonini í 20 minuttir. Føroyar og Skotland og Havnina og Eisini tann telefonin ringir ofta, tá Fleiri útlendsk Suðuroynna.­ Serliga væl minnist hon ivaveður­ er, og avlýsingar kunnu ferðafólk tíð­ina, tá Smyril sigldi til Skotlands. koma fyri. Umborð á Ternuni skal Hon hevur eygleitt, at ferðafólka­­ Hon arbeiddi bæði í barrini, parfum­ hon eisini ofta svara spurningum um mynstr­ið er rættiliga nógv broytt arí­num og í kioskini, og samanhaldið Strand­ferðsluna. síðan miðskeiðis í 90’unum. Nógv umborð var sera gott. Tá Tórfríð kemur á Farstøðina, fleiri fremmand ferðafólk eru at av­ Tá hon fekk ein eftirnølara mið­ veit hon ongantíð, hvussu dagurin greiða í dag enn fyrr. Teimum hjálpir skeiðis í 90’unum, gjørdi hon av at at siga upp, tí hon helt ikki, at tað hósk­ aði at sigla og samstundis hava eitt lít­ið barn, men hon fekk tá boðið at røkja starvið á Farstøðini, og har hevur hon verið síðan.

Býr í Nólsoy Tórfríð sjálv hevði illa kunnað møtt til arbeiðis hvønn dag, brúkti hon ikki tænasturnar hjá Strandferðsluni, tí hon býr í Nólsoy. Hvønn morgun siglir hon við Ternuni til Havnar og útaftur til Nólsoyar seinnapartin. Hennara royndir sum pendlari hava verið henni hentar, tá fólk hava ringt at finnast at, at Strandferðslan hevur avlýst túrar. Summi hava tá hug at siga, at Strandferðslan bara avlýsir,­ tí fólk í reiðarínum vita ikki, hvat tað er at sigla til og frá arbeiði. „Ja, tað verður eisini trupult hjá mær at sleppa heim í dag við Tern­ uni,“ plagar Tórfríð tá at svara, og tá hava tey hug at blíðkast í hinum enda­num. Hon dugir at seta seg inn í støð­una hjá teimum, sum ringja, og á tann hátt roynir hon at loysa málið stillis­liga.

Fær nógvar spurningar Summi viðskiftafólk ringja til rutu­ upplýsingina bara fyri at fáa luft, heldur Tórfríð, og tey kunnu vera eitt sindur ill. Tá er umráðandi at lurta. Serliga ringja viðskiftafólk inn, tá ivaveður­ ella avlýsingar eru, og kanska eru ikki allar atfinningar heilt rímilig­ar.

8 | Summar 2016 Tórfríð við øllum frá at finna prísir til at vísa teimum á onkra áhugaverda ferð við Strandferðsluni. Serliga avbjóðandi kann vera at finna ferðir til fólk, sum koma við cruise-skipum, ið bara vitja nakrar tímar hvørja ferð. „Tá sendi eg ofta ferðafólk til Klaksvíkar ein túr. Ferða­ fólk­ini, sum steðga longri, fara í ymsar ættir, t.d. til Tjørnuvíkar,­ Gjáar, Nólsoyar, Viðareiðis og Suðuroyar,“ sigur Torfríð. Hon leggur aftrat, at føroyingar brúka eisini dúgliga Strand­ferðsluna, kanska serliga yngra ættarliðið. Hetta sæst á tann hátt, at nærum hvønn dag koma fólk inn á Far­støðina at ogna sær nýtt skúlakort ella mánaðarkort.

Bíligt at ferðast Føroysk ferðafólk hava viðhvørt lyndi til at finnast at prís­ un­um, men útlendsk ferðafólk trúgva nærum ikki, at so bíligt er at ferðast í Føroyum. „Ein dani trúði ikki, at tað var so bíligt at ferðast til Suðuroyar.­ Hann spurdi, um tað var nóg trygt umborð á Smyrli, ella um vit høvdu láglønta arbeiðsmegi í starvi. Hann hevði enntá smurt sær matpakka, so hann skuldi hava ráð til ferðina suður,“ sigur Tórfríð. Hon arbeiðir eisini eitt sindur í bókhaldinum við at inn­ skriva farmabrøv og staðfestir, at Strandferðslan flytur nógvan ymiskan farm. „Skipini flyta tungu bingjurnar og akfør, men bussarnir flyta t.d. ymsar royndir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Har­um­framt flyta vit viðføri kring alt landið fyri Atlants­ flog, ið er burturblivið og ikki heintað,“ sigur hon. Ongin dagur er líka, og hvat hon upplivir í starvinum í morgin, fær Tórfríð tí ikki sagt. Men hon smílist, tá hon hugsar um gentuna, sum ringdi á rutuupplýsingina og spurdi, um tað var í dag, hon skuldi byrja at taka p-pillar­ar. „Tað veit Strandferðslan ikki,“ svaraði Tórfríð og bað gent­una heldur ringja til læknan.

Summar 2016 | 9 Keyp títt ferðakort í dag – og ferðast bíliga kring alt landið

Les meira á www.ssl.fo 80 ár í starvi á Strandferðsluni

Stórt hátíðarhald var fyri jól 2015 umborð á Smyrli, tí Magnus Hjelm, vanliga nevndur Massi, og Petur Winther høvdu starvast í maskinuni í 40 ár hvør. Tað var stórt umskifti, tá Morten Mols kom í flotan 1975, halda teir báðir, og teir hava trivist avbera væl á Strandferðsluni øll árini

Summar 2016 | 11 Petur Winther og Magnus Hjelm í maskinuni á Smyrli. Har hava teir arbeitt í samfull 40 ár hvør, og teimum hevur dámt væl.

Fríggja­dagur tann trettandi hevur Smyrli var tíðarhóskandi til tann alla­tíð­ina, og tað gjørdist ikki betur, ofta verið nevndur sum ein óheppin vøkst­ur, ið hevði verið. tá olju­kreppan kom í 1972, og skift dagur, men fyri Magnus Hjelm var Men ikki alt var í besta standi á varð til tungolju. Orsakað av ringa hesin dagurin í juni 1975 ikki so nýggja skipinum, tá tað kom. standi­num vóru arbeiðsdagarnir á galin, tí hetta var dagurin, tá hann „Eg kom umborð á Smyril í mars Smyrli fyrstu árini langir. byrja­ði í starvinum, ið hann hevur 1975 niðri í Frederikshavn. Tað var „Vit byrjaðu kl. 06.00, og arbeitt røkt í 40 ár. eitt kultursjokk at koma niður í hetta varð heilt til kl. 02.00 náttina eftir „Eg byrjaði enntá kl. 13.00,“ sigur stóra maskinrúmið – fýra høvuðs­ fyri at fáa alt viðlíkahaldið upp á Massi og flennir. Sama ár byrjaði motor­ar við tilsamans 56 cylindar­um pláss,“ sigur Petur Winther. Petur í maskinuni á Smyrli, og mest­ og tveir 6-cylindara hjálpimotorar. Tørnast­ skuldi so til aftur kl. 06.00 sum samstundis kom Morten Mols, Hóast skipið bara var seks ára morg­un­in eftir, so hvíldin var stutt. ið fekk navnið Smyril, í flotan. gamalt, var tað púra niðurkoyrt,“ Hetta var langt áðrenn nógv um­ Nýggi Smyril var eitt stórt framstig sigur Petur Winther. tala­ðu hvílitíðina, sum í dag krevur, samanborið við tann gamla, sum tók at manning hvílir ávísan part av sera fáar bilar mátað við vøksturin í Fýra ára yvirháling sam­døgri­num. bilaferðsluni, ið hevði verið frá 1968 Ferðaætlanin hjá Morten Mols, „Eitt stórt og drúgt arbeiði lá fyri til 1975. Tá vaks talið á bilum úr áðrenn hann kom til Føroya, var so framman, tá Smyril kom. Tað tók 2.804 upp í 6.835. Bildekkið á nýggja trong, at fult trýst var á motorunum okkum fýra ár at fáa alt yvirhálað,

12 | Summar 2016 minnast best, var, hvussu heitt var Eitt annað, sum er broytt, er, har­niðri. hvussu tú sleppur í alment starv. Tá „Gamaní var køliskipan umborð, Petur og Massi byrjaðu í starvinum, men tá tú kom niður í maskinuna at søktu teir, og so sluppu teir beinan­ arbeiða, var hitin øgiligur,“ minnist veg­in at royna seg. Men tá Petur Petur. skuldi flytast fram til maskinstjóra Hann hevur øll 40 árini verið við eftir 25 ár í starvi, varð hann kall­ báðum teimum seinastu Smyrl­ að­ur inn til sína fyrstu og einastu un­um, meðan Massi skifti eitt sindur setanar­samrøðu. í­millum Smyril og tann Teistan, ið æt Mikkel Mols, tá hann kom til Á pensjón Føroya í 1981. Seinnu árini hava teir Eftir 40 ár í starvi fara Petur og siglt á hvør sínari vakt við nýggjasta Massi í ár upp á pensjón, og teir Smyrli millum Havnina og Tvøroyri. halda báðir, at tað verður løgið at síggja Smyril fara út eftir fjørðinum, Tíðirnar broytast meðan teir sjálvir standa á landi. Frá 1975 til 2016 kann tíðin renna Teir fegnast um tíðina á Strand­ skjótt, eisini í einum maskinrúmi.­ ferðsl­uni og eru á einum máli um, at Petur og Massi eru sera glaðir fyri arbeiðið í einum maskinrúmi er sera nýggja Smyril, og Petur fegnast um, fjøl­broytt og spennandi. Arbeið­ið at tað untist honum at gerast maskin­ har fara teir at sakna. stjóri á skipinum. Eisini fara teir at sakna tær skemti­ „Hetta er eitt sera gott skip. Nógvir ligu og hugnaligu løturnar, teir hava teknisk­ir trupulleikar hava verið, havt umborð, og mongu arbeiðs­ men tá høvdu vit eisini eitt gott og men tað er hetta, sum ger maskin­ felag­ar­nar, ið vóru við til at skapa sera snotiligt maskinrúm,“ sigur meist­arafakið­ spennandi,“ sigur eitt so gott arbeiðspláss. Petur Winther. Petur Winther. Nógvar skemtisøgur eru kanska Massi heldur, at hvílitíðin er góð, Teir halda kortini, at ov nógv er í ikki hóskiligar at siga alment og men hon hevur havt við sær, at nú nýggju maskinuni, ið fólk ikki sleppa kunnu tí ikki skrivast her, men Massi verður ikki alt viðlíkahaldið gjørt fram­at. Teimum dámdi betur minnist, tá teir eitt árið høvdu pyntað um­borð, tí manningin hevur ikki maskinur­ ­nar á gamla Smyrli, har teir maskinrúmið til jólar við perum. stund­ir til alt, tá hon skal hvíla. sjálvir kundu fara niður og grópa í „Tá vit so tendraðu, slóknaði alt smá­lut­um. annað umborð, tí tað vísti seg, at vit Gamaní var „Í nýggjum maskinum er alt so høvdu koplað alt frá. Tá var maskin­ » inni­lok­að og tekniskt, at tað kann stjór­in ikki blíður,“ sigur Magnus køliskipan vera torført at lokalisera feilir. Tí Hjelm at enda. umborð, men mást tú ofta ringja eftir teimum, ið hava gjørt maskinurnar,“ sigur tá tú kom niður Massi. í maskinuna at arbeiða, var hitin Gamli Smyril og Teistin á vári 1994 øgiligur

„Gott var, at reglan um hvílitíð kom, tí vit orkaðu bara at arbeiða frá kl. 06.00 til 02.00 og fara uppaftur tíð­liga, tá vit vóru ungir. Nú hevði helst verið verri við tí,“ staðfestir Massi.

Í Suðuramerika Massi og Petur hava ikki bara damlað millum Havnina og Tvøroyri. Eitt árið vóru teir í Trinidad og Tobago í tríggj­ar mánaðir, har teir sigldu við ferða­fólk­um og kanska eisini slang­um og kakerlakkum, tekur Massi skemtandi til. Tað, sum teir tó

Summar 2016 | 13 Søguligt afturlit

14 | Summar 2016 Triði Smyril tók 10 bilar

Hann var eitt stórt framstig, tá hann kom, men samfelagsmenningin hevði við sær, at hann skjótt gjørdist ótíðarhóskandi, m.a. tí hann tók ov fáar bilar. Hetta er í stuttum søgan um triðja Smyril, sum seinni fekk navnið Dúgvan

Mong hava strandfaraskipini verið, og eisini føra bilar. Teir vórðu settir í tá nýggjur Smyril kom í 1967, varð tað lastina og í góðveðri eisini á dekkið og á hildið at vera stórt framstig. Skipið varð lastalúkuna. Pláss var fyri tilsamans 10 bygt á Tórshavnar Skipasmiðju, og hetta persónbilum, fimm í lastini, tveimum í var fyrsta ferðin, at Smyril stavaðist við hvørjum borði við síðuna á lastalúkuni y og ikki i. Skipið fór av bakkastokki 14. og einum á sjálvari lastalúkuni. januar 1967, og tað kostaði 5 mió. kr. Samfelagið mentist nógv árini eftir, at Á royndartúrinum vóru nógv fólk við, Smyril var komin, og bilatalið øktist við og siglt varð til Fuglafjarðar og til miklari ferð. Hetta var ein orsøkin til, at Klaksvíkar, har lagt varð stilt á Pollinum, nýggjur Smyril kom í 1975. Tá broytti meðan morgunmatur varð etin, og triði Smyril navn til Dúgvan. Eitt skifti røður vórðu hildnar. Millum røðararnar varð hon sett í sigling til Hetlands. Í vóru Petur Mohr Dam, løgmaður, 1976 leigaði Havnar Hornorkestur Kristian Djurhuus, landsstýrismaður, skipið í 18 dagar til eina ferð til Ålborg, og Kjartan Mohr, stjóri á Tórshavnar Århus, Keypmannahavn, Gøteborg, Skipasmiðju. Oslo og Lerwick. Smyril var 45,35 m langur, 9 m Dúgvan endaði sínar dagar í Guinea breiður og stakk 5,18 m. Skipið kundi Bissau í 1985.

Summar 2016 | 15 Sandoyarleiðin næststørsta leiðin

Í 2015 ferðaðust 179.650 fólk við Teistanum millum Gomlurætt og . Bara Suðuroyarleiðin við 222.896 ferðandi var størri. Teistin hevur alstóran týdning fyri Sandoynna, og tað fer hann at hava, til er veruleiki ætlandi í 2021

Býrt tú í Sandoynni, men arbeiðir ella gongur í skúla í Skopun­ar­fjørð, og hann leggur eisini at í Hesti eftir tørvi. Havn, krevst gott ferðasamband, og sigast má, at Teistin Siglingar­tíðin út í Hest er 15 minuttir. Tvørtur um Skopun­ tænir fyri seg á tí økinum. Knøpp 15.000 fólk ferðast um ar­fjørð tekur 30 minuttir at sigla við Teistanum. Skopun­ar­fjørð í meðal um mánaðin alt árið. Farleiðin millum Streymoynna og Sandoynna gjørdist Í mong ár hevur verið tosað um at gera undir­sjóvar­ høglig­ari, tá havnin á Gomlurætt var liðug 27. november tunnil um Skopun­ar­fjørð, og í semjuni, sum allir politiskir í 1992. Fyrstu 10 árini sigldi Tróndur millum Gomlurætt flokkar gjørdu farna valskeið, varð avtalað at gera Eystur­ og Skopun. Í 2001 kom Teistin, sum varð bygdur á Skála oyar­tunnil­in lidnan í 2019 og Sandoyartunnilin í 2021. Skipasmiðju til farleiðina. Útlit eru sostatt til, at Teistin verður tikin úr sigling í Áðrenn Gamlarætt kom, varð siglt av Havnini til fram­tíð­ini, og at bussar í staðin fara koyra í pendulfarti í Skopun­ar, og hesa sigling røkti Tróndur í mong ár. Tann nýggja undirsjóvartunlinum, men hetta verður ikki enn, far­leið­in var 15 minuttir longri enn av Gomlurætt, og og so leingi ongin tunnil er, er hvønn dag tørvur á Teista­ stund­um kundi vera sjaskut við Kirkjubønes í ring­um num. veðri. Hesum slepst undan í dag. Teistin siglir níggju ferðir um dagin aftur og fram um MS Teistin tekur 288 ferðafólk og 33 bilar.

16 | Summar 2016 »Teistin siglir níggju ferðir um dagin aftur og fram um Skopun­ar­fjørð

Summar 2016 | 17 Smyril hevur skift frá tungolju til gassolju

Strandferðslan boðaði í november 2015 frá, at Smyril fór at leggja um frá tungolju til gassolju. Nú er umleggingin veruleiki, og hóast gassolja er dýrari enn tungolja, fer umleggingin at loysa seg fíggjarliga og umhvørvisliga, tí víðlíkahaldið verður bíligari og orkunýtslan reinari

20 | Summar 2016 Gassolja er dýrari enn tungolja, men gassolju fer at hava við sær, at gass­oljan er reinari, og nógv minni maskinrúmið verður reinari og viðlíka­ ­hald krevst av henni. Sum frá effektivari. líður fer hetta at hava við sær eina „Rættiliga nógvur sandur er í sparing í rakstrinum, sigur Hilmar tung­olju. Hesin sandurin dálkar maskinuna,­ og tað slítur ymsu lut­ir­ nar nógv. Seinast Smyril var í dokk »Í longdini fer uttan­lands, fingu vit snøgt sagt at hetta at muna væl vita, at soleiðis kundi maskinrúmið ikki síggja út,“ sigur Borgar Biskops­ í rakstrinum stø og fegnast um, at farið er til gass­ olju longu nú. Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, nú Smyril hevur lagt um frá tungolju til IMO hert krøvini gassolju. Síðan 1960’ini hevur tungolja verið Smyril er tað skipið í flotanum, álit­ið hjá skipaferðsluni kring sum brúkar mest olju, og øll árini, heim­in, men leingi hevur verið øllum síðan Smyril kom til landið í 2005, kunnugt,­ at tungoljan dálkar illa. hevur hann brúkt tungolju. Men Altjóða skipa­ferðslu­myndug­leikin, tung­oljan hóskar ikki væl til rakst­ IMO, herðir tí krøvini at brúka tung­ rarmynstrið­ hjá Smyrli. Túrarnir eru olju munandi eftir 2020. At Strand­ nógvir og stuttir, og ofta skal startast ferðslan er í so góðari tíð við sínari og steðgast. Hetta slítur útgerðina og um­legg­ing, er bæði ein fyrimunur krevur nógv viðlíkahald. fyri reiðaríið og umhvørvið. „Altjóða krøvini um útlát av svá­ „Vit fegnast um, at umleggingin vul­tví­iltu eru nógv herd, og í 2020 longu er veruleiki, og at Strand­ verða krøvini uppaftur strangari. ferðslan er við til at fremja grønorku­­ Okkara grannalond hava longu sett politikk­in hjá IMO, tí at fremja grøn­ strangar avmarkingar í gildi um orku­politikk innan skipaferðslu er tung­olju, so hetta er rætta løtan at kanska tann størsta avbjóðingin av skifta,“ sigur Hilmar Eliasen. øllum á grønorkuøkinum,“ sigur Hilmar Eliasen. Tungolja sum asfalt Tungolja er sum asfalt at arbeiða við, Fastlæstir prísir sama um hon er upphitað ella niður­ Undanfarin ár hava sveiggjandi olju­ køld, og kravt verður m.a., at tang­ar­ prís­ir órógvað fíggjarstýringina ikki nir verða reinsaðir, tá skipið er í sørt, og Strandferðslan hevur tí dokk. Tað er drúgt arbeiði. Nógv keypt alla oljuna í ár fyri fastan prís. dálk­andi útlát er eisini av tungolju, Við at keypa eina so stóra mongd av so at brúka gassolju er ein um­hvørv­ gass­olju fyri fastan prís fæst fyri­ is­vinarligari loysn. mun­urin ikki bara at galda fyri „Torført er at siga, hvussu stór Smyril, men eisini Teistan, Ternuna spar­ing­in verður í viðlíkahaldi og og smærru skipini. nýtslu av eykalutum, tí hetta fyrsta Olju­prís­ur­in er læstur fastur til árið við gassoljuni er eitt royndarár, 3,04 kr. fyri liturin. Hetta hevur við men væntast kann, at sparingin sær, at tá skipini bunkra olju, skal verður minst eina hálva til heila ikki gjaldast dagsprísur, sum kann millión krónur. Í longdini fer hetta at sveiggja nógv, men bara fasti prís­ muna væl í rakstrinum,“ sigur urin. Hilmar Eliasen. Í 2016 fara øll skipini hjá Strand­ Borgar Biskopstø, maskinstjóri á ferðsl­uni at brúka gassolju, so sigast Smyrli, hevur arbeitt í maskinuni kann, at nú er ikki bara ein partur av aðru hvørja viku síðan 2007. Hann bú­merki­num hjá reiðarínum grønur. heldur, at skiftið frá tung­olju til Tað er dagliga virksemið eisini.

Strandferðslan sparir útreiðslur upp á viðlíkahald og eykalutir, nú Smyril hevur lagt um frá tungolju til gassolju

Summar 2016 | 21 Anna Maria nýggjur HR-leiðari

Á heysti í fjør varð Anna Maria Ellingsgaard sett sum HR-leiðari á Strandferðsluni. Anna Maria er 35 ára gomul, ættað úr Havn og hevur kandidatútbúgving innan Human Recource-økið. Frammanundan hevur hon starvast á HR-deildunum

Anna Maria Ellingsgaard er nýggjur hjá Tryggingarfelagnum og HR-leiðari á Strandferðsluni Landssjúkrahúsinum

Strand­ferðslan hevði frammanundan víkjandi starvs­fólk­um og setanum, hjá viðskiftafólkum at seta seg í sam­ ein starvs­fólkaleiðara, men hevur nú men Anna Maria hevur gjørt nýggjar band við tey starvsfólkini, sum hava upp­raðfest­ økið, so starvs­fólka­ mannagongdir fyri økini. Nýggjar arbeiðs­telefon ella teldupost. menning­in og samskiftið skulu ger­ mannagongdir eru gjørdar fyri ast uppaftur betri. Anna Maria hevur setanir, merkisdagar hjá starvs­ Fólk við gjørt mannagongdir fyri øll starvs­ fólkum, farloyvir, sjúkrafrá­ ­veru og skerdum førleikum fólka­viðurskifti,­ skipað fyri inn­ uppsagnir. Málið er, at øll starvs­ Strandferðslan hevur í mong ár havt leiðslu­døgum hjá nýggjum starvs­ fólka­viðurskifti skulu verða hand­ fólk í starvi við skerdum førleika, tí farin eins eftir einum føstum leisti. hon heldur, at sum almenn fyritøka eigur hon at ganga á odda at geva »Málið er, at Gott samskifti fólki við skerdum førleika starvs­ øll starvs­fólka­ umráðandi møguleikar. Á eini fyritøku við 120 ársverkum er Á ráðstevnuni hjá Javna í viðurskifti skulu altíð ein ávís útskifting av fólki. november í fjør nevndi Anna Maria verða hand­farin Soleiðis var eisini í fjør, tá fólk løgdu Ellingsgaard, at eitt starv gevur ikki eins eftir einum frá sær fyri aldur ella leitaðu sær bara løn, men eisini innihald í lívi­ aðrar avbjóðingar. Men fleiri nýggj num. Síðan hevur hon gjørt eina føstum leisti. komu eisini í starv. Nýggju starvs­ nýggja mannagongd fyri, hvussu fólk fólk­ini vóru saman ein heilan dag, við skerdum førleika kunnu koma í fólk­um og staðið fyri at avmynda har Anna Maria og Hilmar Eliasen, starv á Strandferðsluni, so viður­ starvs­fólk­ini og lýst teirra størv á stjóri, greiddu frá fyritøkuni, og har skift­ini kunnu vera so væl skipað heima­síðuni. starvs­fólk­ini høvdu góðar og kon­ sum gjørligt. Eisini hevur nýggi HR-leiðarin struk­tivar viðmerkingar. Ofta er skipanin, at Strandferðslan verið við á ráðstevnu hjá Javna, har Gott samskifti er vegurin til góða rindar minna partin av lønini og ljós varð varpað á fólk við skerdum tæna­stu og gott samstarv, og nú ein Almannaverkið­ tann størra partin. førleikum á arbeiðsmarknaðinum. og hvør sær á heimasíðuni hjá Strand­ferðslan hevði framman­ Strand­ferðsl­uni, hvørji starvsfólkini undan ymsar manna­gongd­ir við­ eru, og hvat teirra starvsøki er, ber til

22 | Summar 2016 Nýtt sjúkrakamar á Smyrli

Sjúklingar, sum skulu við Smyrli, noyðast ikki longur fram í skipið í eitt vanligt kamar at liggja, tí nú er nýtt sjúkrakamar innrættað har afturi í skipinum

Sjúkrakamarið­ er eitt stórt framstig,­ húsi á Landssjúkrahúsið, ella tá sjúk­ sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strand­ tí fyrr skuldu sjúk­ling­ar rullast á lingar skulu flytast úr Suðuroynni ferðsluni. børu millum ferðafólkini fram í vestur á flog­vøll­in. Birgir Dimon, portørur á Suður­ skip­ið. Nú koyra portørarnir børuna Leingi hevur verið tørvur á at bøta oy­ar Sjúkrahúsi, er eisini fegin um inn í lyftina niðri á dekkinum og upp um umstøðurnar í sambandi við nýggja sjúkrakamarið. á sjúkrakamarið harafturi. Við­ sjúkra­flutningin, og Strandferðslan „Hendan loysnin er betri enn tann, kvæma støðan hjá sjúk­ling­inum er tí fegn­ast um, at hetta nú er gjørt. sum var, so vit fegn­ast um sjúkra­ minni viðkvom,­ enn hon var. „Ein fyrimunur við at hava sjúkra­ kamarið.­ Um fleiri sjúklingar skulu Sjúk­ling­ar verða av og á fluttir við kamarið afturi í skipinum­ er eisini, flyt­ast við Smyrli í senn, kann henda, Smyrli millum Kramba­tanga og at tað rullar minni har enn frammi í at vit bæði brúka sjúkrakamarið­ og Havnina.­ Hetta hendir, tá sjúklingar skipi­num, har tað kann vera eitt eitt vanligt kamar, men tað hendir skulu flytast av Suðuroyar Sjúkra­ sindur buldrasligt í ringum veðri,“ ikki ofta,“ sigur hann.

Summar 2016 | 23 Nýggjar tyrlur skapa nýggjar møguleikar á útoyggj

Vegna Strandferðsluna stendur Atlantic Airways fyri tyrluflúgvingini við ferðafólki, og nú felagið hevur fingið tvær nýggjar tyrlur, sum eru betur útgjørdar enn tær gomlu, skapar tað betri møguleikar fyri tyrluflúgvingini á smáplássini, heldur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni

24 | Summar 2016 Bell-tyrlurnar hjá Atlantic Airways vóru vorðnar heldur veðri kann vera ein avbjóðing fyri skip og manning at ó­tíðar­hósk­andi, og tí hevur flogfelagið seinasta hálva árið leggja at úti í ,“ sigur hann. keypt tvær AugustWestland 139-tyrlur, sum nú flúgva Mið­skeiðis í 2015 fekk Atlantic Airways nýggja bók­ing­ kring oyggjarnar við ferðafólki og verða brúktar í leitingar- ar­skipan til tyrluna, so nú ber til at bíleggja, rinda og av­ og bjargingarátøkum. lýsa ferðir á www.atlantic.fo. Strand­ferðslan var fyritøkan, sum upprunaliga fór Strandferðslan hevur eina skipan, har fastbúgvandi í undir tyrluflúgving við ferðafólki í Føroyum. Hetta var í Myki­nesi, Svínoy, Fugloy, Skúvoy og Stóru Dímun kunnu 1980’unum. Í 1994 varð uppgávan latin Atlantic Airways fáa eitt serstakt tyrlukort, so tey kunnu ferðast bíligari við upp í hendi, og enn stendur føroyska flogfelagið fyri flúgv­ tyrluni. Kortið fæst á samferðsludeilini hjá Strand­ ing­ini vegna Strandferðsluna. ferðslu­ni. Tyrla flýgur í fastari leið millum Vágar, Mykines, Svínoy, Fugl­oy, Skúvoy, Stóra Dímun og Froðba um summarið. Strand­ferðslan og Atlantic Airways leggja ferðaætlanina í felag. Hon er kunngjørd á heimasíðuni hjá Atlantic Air­ Visti tú at ways og sæst eisini á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. » Strandferðslan fór upp­ Menna tænastuna runa­liga undir tyrlu­ Fáar broytingar hava verið gjørdar í ferðaætlanini seinastu flúgv­ing­ina innanoyggja mongu árini, tí við gomlu Bell-tyrlunum vóru tøkni­ligu í 80’unum møgu­leikar­nir avmarkaðir. Eitt nú bar ikki altíð til at » Tyrluferðaætlanin sæst flúgva í ymsum avbjóðandi líkindum við ringum sýni og bæði á heimasíðuni myrkri. www.ssl.fo og á Nýggju tyrlurnar eru framkomnari, og stjórin á Strand­ www.atlantic.fo ferðsl­uni, Hilmar Eliasen, heldur, at tyrluflúgvingin kann verða ment við nýggju tyrlunum. » Fastbúgvandi á útoyggj „Áhugavert er t.d. at kanna, um nýggju tyrlurnar megna hava serstakt tyrlukort, at flúgva til Fugloyar um veturin, so Ritan bara siglir til sum fæst á samferðslu­­ Svínoy­ ­ar tá. Tað er ein sannroynd, at tað í óhøgligum deild­ini hjá Strand­ ferðsluni

Summar 2016 | 25 Enjoy the most beautiful bustrip in the world

DAYS DAYS ONLY Mykines not included. ONLY Children 7-15 years 500 DKK 700 DKK old half price.

26 | Summar 2016 Bygdaleiðir í vøkstri

Strandferðslan hevur hetta skúlaárið havt sáttmála við Hvannasunds og Viðareiðis kommunur um skúlabarnaflutning. Hesin sáttmálin sæst nú væl aftur í ferðamynstrinum á leið 500 millum Viðareiði og Klaksvík. Í mars 2015 koyrdu 648 fólk á leiðini. Í mars 2016 vóru tey ferðandi 1370 í tali

Sátt­málaupphæddin við Viðareiðis Av tí, at so mong ferðafólk brúka 143.268 fólk koyrdu við leið 400 í og Hvannasunds kommunur er leið 400, gjørdist bussurin ofta ov 2015. Næststørsta leiðin er flog­vall­ níggju milliónir krónur,­ og komm­ lítil, serliga um morgnarnar og ar­leið­in við 86.428 ferðandi og tann unurnar rinda við hesi upp­hædd fyri kvøld­ar­nar. Tá leið 400 ongan eyka trið­størsta Fuglafjørður–Klaks­vík tríggjar nýggjar túrar­ í sambandi við buss hevur havt at loysa trupul­ við 73.581 ferðandi. ringingartíð­ ­ir í skúla­num. Harum­­ leik­an, er nýggi bussurin kærkomin.­ Á teimum 20 bussleiðunum hjá framt rinda kom­mu­nu­rnar fyri Eins og greitt er frá aðrastaðni í Strand­ferðsluni koyrdu tilsamans ferða­seðla­kost­naðin­ hjá skúla­børn­ blað­num, er leið 400 størsta buss­ 503.009 fólk í 2015. unum tvær ferð­ir um dagin skúla­ leið­in hjá Strandferðsluni. Heili dagar. At fleiri ferðast, hevur við sær, at buss­ur­in, ið varð brúktur á leiðini, Leið 500 2014 ■ 2015 ■ Enjoy the most beautiful bustrip in the world gjørdist ov lítil. Tí keypti Sp/f Ask­ ham, ið røkir leið 500, ein størri buss til leiðina. Ein onnur leið, sum eisini hevur fing­ið nýggjan buss, er leið 400 millum Havnina og Klaksvík, tí har hevur kapasiteturin leingi verið ov DAYS lítil. DAYS Sambært ferðslulógini er ikki loyvt Mykines not included. ONLY at taka fleiri ferðafólk, enn setur eru ONLY Children 7-15 years old half price. í buss­in­um, tí kravt verður, at øll eru 500 DKK 700 DKK íbundin.

Summar 2016 | 27 The Public Transport Company of the

Strandfaraskip Landsins (SSL) is a nationally owned trans- Contact us port company. The main objective for SSL is to provide You can contact us 24 hours a transport to all corners of the Faroe Islands day every day of the year on 00298 343030, where we will answer all your route questions. Furthermore you are always SSL runs six ferries named Smyril, called Farstøðin is situated on the welcome to contact us by e-mail Teistin, Sam, Ritan, Sildberin and harbor in the capital Tórshavn. on [email protected] Ternan. All the ships are named after SSL also runs three cargo stations birds, and only Smyril, Teistin, Sam situated in Krambatangi on Suðuroy, Main Office and Ternan are car ferries. The other in Tórshavn next to Farstøðin and in Sjógøta 5, Postbox 30 ferries are passenger ferries only. Klaksvík. FO-810 Tvøroyri The ferry to Mykines is called Approximately 170 people are em­ Tel.: +298 343000 Jósup. Jósup is privately owned as ployed on our ferries, cargo depart­ Fax: +298 343001 SSL has a contract with Sp/f Mykines ments, head office and route infor­ E-mail: [email protected] for the route to Mykines. More info mation. Opening hours about this company can be found on Today we are under the Ministry Monday–Thursday 08:00 –16:00 www.mykines.fo of Transport and our minister is Mr. Friday 08:00 –15:00 SSL also runs multiple bus route Henrik Old. More information about which are all privately run by multi­ our ministry can be found on Route information ple Faroese bus companies. www.smr.fo Tel.: +298 343030 The main office for SSL is situated Fax: +298 343003 on Suðuroy in the town Tvøroyri. Replies 24/7 The main ferry and bus terminal Terminal Tel.: +298 343030 Fax: +298 343003 Opening hours Monday–Friday 08:00 –16:00

Freight service Tel.: +298 343000 Fax: +298 343001 E-mail: [email protected] Opening hours Monday–Friday 08:00 –16:00

28 | Summar 2016

Finn 5 feilir

Finn veg Hjálp bussinum at finna til Sørvágs.

r Sørvágu

www.abcteach.com abctools®... with User-created Sudoku Abcteach Reserved Rights All - abcteach® ©2001-2016 www.abcteach.com abctools®... with User-created Sudoku Abcteach Reserved Rights All - abcteach® ©2001-2016

Svar: 1. 1945 2. 1975 3. 1977 4. Christian Matras 5. 1852 6. 1986 7. Malla Samuelsen 8. Lítla Dímun 9. 1789 10. John F. Kennedy

3 5 4 1 6 3 5 4 1 6

Torfør Miðal

2 5 9 2 5 9

7 2 9 8 7 2 9 8

5 1 5 1

6 2 6 2

4 7 4 7

1 5 6 4 1 5 6 4

3 8 9 3 8 9

8 4 9 5 3 8 4 9 5 3

u k o d u S h c a e t c b A u k o d u S h c a e t c b A

1888 c. John F. Kennedy F. John c.

1852 b. Lyndon B. Johnson B. Lyndon b.

1816 a. Richard Nixon Richard a.

Nær varð løgtingið endurreist? løgtingið varð Nær 5. í 1962 í

forseti amerikanskur var Hvør  10.

Jóannes Patursson Jóannes c.

1917 c. Christian Matras Christian b.

1849 b. Janus Djurhuus Janus a.

1789 a. summarkvøld við “? við summarkvøld

Hvør yrkti sangin „Einki er sum sum er „Einki sangin yrkti Hvør 4. Nær var franska kollveltingin? franska var Nær 9.

1980 c. Fugloy c.

1979 b. Tindhólmur b.

1977 a. Lítla Dímun Lítla a.

Hvat ár doyði Elvis Presley Elvis doyði ár Hvat 3. oyggj?

Hvussu eitur Føroya minsta minsta Føroya eitur Hvussu 8.

1975 c.

Jona Henriksen Jona c. 1974 b.

Malla Samuelsen Malla b. 1967 a.

Karin Kjølbro Karin a. landið?

til Mols, Morten æt undan Hvør var fyrsta kvinna á tingi á kvinna fyrsta var Hvør 7.

­ framman sum Smyril, kom Nær 2.

1986 c.

1946 c. 1985 b.

1945 b. 1984 a.

1940 a. Føroyum til Danmarkar? til Føroyum

Nær endaði seinni heimsbardagi? seinni endaði Nær 1. úr Joensen Ove róði Nær 6. Kanska tú veitst tað veitst tú Kanska Góða ferð í Føroyum!

Føroyar eru bergtakandi, og við skipum, bussum og tyrlum kanst tú vitja nærum hvønn blett í oyggjunum. Úr Sumba til Fugloyar kanst tú njóta vakra náttúru og hitta fryntlig fólk á ferð um firðir og fjøll. Fólk hevur búleikast í Føroyum í meira enn 1000 ár, og støðugt er landið ment og útbygt, eisini farleiðirnar kring oyggjarnar. Vit binda Føroyar saman við okkara fjøltáttaða virksemi, og vit gera tað við eldhuga og gleði.

Góða ferð í Føroyum!