Tíðindi Úr Føroyum Tann 24. Mars 2015 Tíðindi Til Føroyingar
Total Page:16
File Type:pdf, Size:1020Kb
Tíðindi úr Føroyum tann 24. mars 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Frystir í morgun 24.03.2015 - 07:06 Ansa eftir - tað er hált í morgun. Tað hevur verið kalt í nátt, og ísurin hevur lagt seg á bilrútarnar her í lýsingini. So tað kann gott taka eitt sindur longri tíð at sleppa avstað við bilinum í morgun, enn tað plagar tá tað er komið so mikið út á várið. Landsverk ávarar eisini um hálku í morgun. Veðurstøðin á Gjáarskarði máldi trý kuldastig um 7 tíðina í morgun og á Heltnini vóru tvey kuldastig. Fleiri aðra staðir vístu hitamátarnir eisini kuldastig. Soleiðis verður sagt um koyrilíkindini í morgun: Hálku fráboðan: Gjáarskarð - 06:48: Boðað verður frá hálku. Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 06:48: Roknast kann við hálku. Høgareyn - 06:48: Roknast kann við hálku. Vatnsoyrar - 06:48: Roknast kann við hálku. Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 06:48: Roknast kann við hálku. Kaldbaksbotnur - 06:48: Roknast kann við hálku. Sund - 06:38: Roknast kann við hálku . við Velbstaðháls - 06:48: Roknast kann við hálku. Sandoy, á Brekkuni Stóru - 06:48: Roknast kann við hálku . Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 06:47: Roknast kann við hálku. Porkerishálsur - 06:48: Roknast kann við hálku. Portal.fo Havsbrún-virki í Skagen miljardaumsetning Ein av størstu fyritøkunum í Skagen, og ein av heimsins størstu í heiminum av sínum slag, fiskamjølsvirkið FF Skagen (sum Havsbrún í Fuglafirði er partaeigari í, red.), hevði ein umsetning í 2014 upp á 1,6 miljardir krónur og eitt yvirskot upp á 47 miljónir krónur. Sambært nevndarformanninum Jens A. Borup, eru serliga tvær hendingar orsøkin til góða úrslitið. Avtala er fingin í lag við norsku fyritøkuna, Marine Harvest, sum framleiðir 25 pst. av heimsins alifiski, um reinsing av fiskaolju, ið verður brúkt sum fóður til alilaks. FF Skagen er sum tann einasta fyritøkan í heiminum før fyri at fremja hesa reinsing. Úrslitið er, at laksurin, sambært eini almennari norskari kanning, er skjalfestur reinari enn villlaksurin. Aftrat hesum kemur, at FF Skagen í fjør yvirtók Hanstholm Fiskemelsfabrik, sum nú er eitt dótturfelag. Sambært nevndarformanninum styrkir hetta støðuna hjá Danmark sum størsti framleiðari í ES av fiskamjøli og fiskaolju, ið verður brúkt sum ískoyti til fóður til alifisk, svín, flogfenað, minkar og kelidjór. Kelda: Skagen FF Antares.fo Laksahavbúnaðurin framleiðir 14,8 milliardir máltíðir av laksi um árið Á árligu fiskivinnumessuni í Boston, sum varð hildin í farnu viku, legði International Salmon Farmers Association (ISFA) fram eina frágreiðing um samfelagsliga týdningin av laksahavbúnaðinum kring heimin. Í frágreiðingini verður víst á, at samlaði laksahavbúnaðurin framleiðir á hvørjum ári 14,8 milliardir máltíðir av laksi við einans at brúka 0,00008 % av samlaða havøkinum í heiminum. Eisini uppiheldur laksahavbúnaður 121.000 størv runt um í heiminum, oftast í bygdasamfeløgum, sum liva tætt við havið. Í sambandi við at frágreiðingin varð løgd fram, nýtti forsetin í ISFA høvið at vísa á, at laksahavbúnaður er ein tann mest effektivi hátturin at framleiða proteinir av høgari góðsku. Har sum landbúnaðurin nýtir uml. 10 kg av fóðri til at framleiða eitt kg av oksakjøti, nýtir laksahavbúnaðurin bert eitt gott kg av fóðri til at framleiða eitt kg av laksi. Eisini vísti hann á, at havbúnaðurin er ein av lyklunum til at loysa avbjóðingina við at framleiða nóg mikið av góðskumati til at føða tað vaksandi talið av íbúgvum í heiminum. ISFA er altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri samstarvi millum laksaframleiðandi londini fyri at loysa tær felags avbjóðingar, sum laksahavbúnaðurin hevur. Føroyska havbúnaðarfelagið er limur í ISFA. Kelda: Vinnuhúsið Antares.fo Næmingar á Vinnuháskúlanum umborð á Princess Seaways Í síðstu viku var S1 flokkurin á Vinnuháskúlanum umborð á DFDS-skipinum, Princess Seaways, sum lá á Oyrareingjum. Skipið var komið við ferðafólki í samband við sólarmyrkingina fríggjadagin. Skipari umborð er danin Kim Carlson. Tað vísti seg, at hann hevur siglt saman við Símun Poulsen, sum var fyriskipari av túrinum. Ingimar Thomsen úr Skopun er skipari á systirskipinum King Seaways. Hann bjóðaði skúlanum umborð at síggja skipið. Næmingarnir hildu tað vera áhugavert og fingu nógv burturúr. Skúlin takkar hjartaliga fyri rundvísingina. Antares.fo Eldur sløktur á boriskipi í Norðsjónum 24.03.2015 - 07:16 Ongin kom til skaða, tá eldur kom í boriskipið Petrojarl í nátt á eini oljuleið vestan fyri Florø. Hetta skrivar nrk.no. Boriskipið liggur á Knarr 2-økinum 63 fjórðingar vestan fyri Florø og verður rikið av felagnum BG Offshore. 100 fólk vóru umborð, tá eldur kom í. Men eldurin kom skjótt undir tamarhald, skrivar nrk. Nakað eftir klokkan 5 í morgun, norska tíð, kundi løgreglan í Rogaland boða frá, at eldurin var sløktur og at tað ikki var neyðugt at flyta fólk av skipinum. Portal.fo Tyrlan úti eftir sjúkum manni 24.03.2015 - 08:18 Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog hevur í morgun verið úti eftir einum manni, sum gjørdist sjúkur umborð á Smaragd. Boð vórðu send í morgun um, at ein eldri maður við Smaragd var illa fyri av sjúku. MRCC sendi tyrluna út, og tyrlan kom um 9 tíðina á landssjúkrahúsið við manninum, ið var illa fyri. Bjargingarferðin gekk væl, veðrið er av tí allarbesta. Portal.fo Halda seg hava funnið nasistiskt goymistað í frumskóginum 24.03.2015 - 08:49 Í nøkrum gomlum grótbygningum langt inni í argentinsku frumskógini hava fornfrøðingar kanska funnið leivdirnar av einum goymistaði, sum nasistarn bygdu sær í 1930- og 1940’unum. Í toftunum eru funnar leivdir av týskum postalýni og nasi-tekin á veggunum. Sambært fornfrøðingunum er talan um tríggjar bygningar haðar bert kundi komast til gongu. Ein bygningur til íbúðarendamál, ein goymslubygningur og tann seinasti er ein bygningur, sum liggur ytst á eini trom, ið er ætlaður til vaktarhald. Allir eru bygdir í gróti við tjúkkum veggjum. Bygningarnir liggja tætt við markið til Paraguay. Tað tekur bara 10 minuttir at koma til grannalandið til gongu. - Vit finna ikki aðrar skilagóðar orsøkir til, hví nakar hevur brúkt orku og pengar upp á at byggja bygningar í einum øki, sum er illgont og oyði og bygdir av tilfari, ið ikki er vanligt í hesum økinum, sigur Daniel Schavelzon, fornfrøðingur frá universitetinum í Buenos Aires. Schavelzon og lið hansara hava brúkt fleiri mánaðir upp á at kanna økið í Teyu Cuare, sum er eitt friðað skógarøki har søgur siga, at høgra hond Adolf Hitlers, Martin Bohrmann, skuldi eiga eini hús í skóginum. - Vit hava tó ikki funnið prógv um at hetta eru húsini hjá Bohrmann, sigur Schavelzon, sum heldur heldur at tann søgan er skrøgg. Hann heldur ístaðin, at bygningarnir eru partar av eini loyniligari verkætlan, sum hevði til endamáls at byggja goymistað til leiðararnar í triðja ríkinum, um so er, at Týskland skuldi tapa bardagan. Sambært Schavelzon gekk tað miðskeiðis undir øðrum heimsbardaga upp fyri nakrar av nasistisku leiðarunum, at tað var ein møguleiki fyri, at Týskland fór at tapa kríggið. Tí fóru teir undir at byggja goymistøð, hagar leiðararnir kundu flýggja. Goymistøðini vórðu bygd í oydnum økjum hagar trupult var at koma og langt frá alfarvegi. - Vit hava enn ikki prógv fyri okkara ástøði, men eg eri rættiliga vísur í at hetta heldur, sigur Shavelzon við argentinska blaðið Clarin. Sergio Widder, sum er leiðari fyri latínamerikansku deildina av Simon Wiesenthal granskingarfelagsskapinum, ið leitar eftir nasistiskum krígsbrotsmonnum heldur, at tað er møguligt, at nasistarnir høvdu ætlanir um at búseta seg í fjarskotnum økum. Men hann heldur, at fleiri prógv mugu fram. Sama heldur søgufrøðingurin Abraham Zylberman frá Holocaust-savninum í Buenos Aires, sum eisini heldur tað vera sera áhugavert, um hald er í hesum søgunum. Tá annar heimsbardagi endaði flýddu meira enn 5.000 nasistar til Argentina, men teir fingu ongantíð brúk fyri tí loyniliga goymistaðnum. Táverandi argentinski forsetin, Juan Peron, góðtók nasistarnar og lat teir sleppa at liva í frið og náðum í Argentina. - Tá kríggið var av, hjálptu nakrir dugnaligir týskarar okkum við at byggja upp ein ídna og fáa tað besta burtur úr tí, vit høvdu, og á tann hátt hjálptu teir sær sjálvum, skal Peron einaferð hava sagt. Juan Peron doyði í 1974. Portal.fo Depil á Sandi kann gerast fyri góðar 10 milliónir krónur 24.03.2015 - 10:27 Valbjørn Dalsgarð hevði bíligasta tilboðið, tá lisitasjón herfyri var á Landsverki yvir bygging av Virknis- og umlættingardepli á Sandi. Verkætlanin varð boðin út í høvuðsarbeiðstøku. Verkætlanin fevnir í høvuðsheitum um nýbygging av depli í einari hædd. Bygningurin verður 480 fermetrar. Gerð av atkomuvegi, parkeringsøki og lendi kring bygningin er somuleiðis partur av hesi verkæltan. Valbjørn Dalsgarð metir seg kunna gera arbeiðið fyri 10,3 milliónir krónur. Hini tilboðini vóru: Búsetur 10,7, Articon 12,9 og J&K Petersen 13,0 milliónir krónur. Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini, skrivar heimasíðan hjá Landsverki. Virknis- og umlættingardepilin er ein verkætlan, ið fer at útvega karmar til børn og ung, sum hava tørv á ymsum stuðulstilboðum í dagligdegnum. Tilboðini kunnu býtast í virknistilboð, umlætting og vardan bústað. Bygningurin skal rúma børnum og ungum við menningartarni, autismu, rørslutarni og sálarsjúku. Endamálið er at skapa eitt heimligt umhvørvi við ymiskum upplivingum við mennandi innihaldi. Sambært landsverk.fo skal arbeiðið byrja 1. apríl, og byggitíðin er sett til 13 mánaðir. Portal.fo Airbus-flogfar dottið niður í fronsku Alpunum 24.03.2015 - 10:56 Eitt Airbus A320 flogfar hjá Germanwings er dottið niður í fronsku Alpunum. Tað skrivar franska AFP- tíðindastovan. 142 ferðafólk vóru umborð á flogfarinum, skrivar franska blaðið La Provence. Flogfarið var á veg úr Barcelona til Düsseldorf. Germanwings er eitt týskt lágprísflogfelag við útgangsstøði í býnum Köln. Lufthansa eigur flogfelagið. Portal.fo Arbeiðsloysið er 3,2 prosent 24.03.2015 - 11:49 878 fólk, svarandi til 3,2 prosent, vórðu skrásett sum arbeiðsleys í februar mánaði í ár. Tað eru 23 færri enn í januar. Av teimum 878 eru 346 menn, svarandi til 2,4 prosent, og 532 eru kvinnur, svarandi til 4,2 prosent.