Tíðindi Úr Føroyum Tann 5. Mars 2015

Total Page:16

File Type:pdf, Size:1020Kb

Tíðindi Úr Føroyum Tann 5. Mars 2015 Tíðindi úr Føroyum tann 5. mars 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Fleiri korrupsjónsmál í A.P. Møller-Mærsk Eftir at A.P. Møller-Mærsk í 2010 setti eina varskógvaraskipan í verk, er talið á fráboðaðum korrupsjónsmálum vaksið. Í 2012 vóru trý mál, í 2013 fýra, og í 2014 vóru ikki færri enn 13 korrupsjónsmál. Av teimum 13 málunum eru fýra endað, eftir at hava verið kannað inanhýsis í samtakinum, og í tveimum førum var onki hald í ákærunum. Níggju mál verða framvegis kannað. A.P. Møller-Mærsk hevur sett í verk ein null-tolsemispolitikk í mun til korrupsjón, sum merkir, at mutur als ikki verður toldur. Nils Smedegaard Andersen, stjóri, hevur sagt, at hann ikki vil hoyra talan um korrupsjón og gjørdi í oktobermánaða í starvsfólkablaðnum Maersk Post vart við, at korrupsjón er sera skaðilig fyri bæði samtakið og fyri samfelagið. Mærsk Gruppen kunngjørdi í 2009 eina antikorrupsjónsskrá, sum millum annað hevur havt við sær, at meira enn 25.000 Mærsk-starvsfólk hava verið á antikorrupsjónsskeiði, og í 2010 setti Mærsk eina varskógvaraskipan í verk. Mærsk Gruppen skrásetur tó eisini korrupsjónsmál uttanum varskógvaraskipanina og fann í 2014 sjálv fram til fleiri mál. Brasilsku myndugleikarnir høvdu í fjør Mærsk Tankers undir illgruna fyri mutur í sambandi við brasilska oljufelagið Petrobras, men hald vísti seg ikki at vera í hesum ákærum, upplýsti reiðaríið tá. Kelda: Berlingske Business Antares.fo Danmark fær bíligari el frá havmyllum Við einum prísi upp á 77,0 oyru fyri kilowatttíman fer komandi havvindmyllulundin Horns Rev 3 at veita streym nógv bíligari enn aðrar havmyllulundir í bæði Danmark og útlandinum. Vinnarin av útboðnum av vindmyllulundini Horns Rev 3 er Vattenfall Vindkraft A/S. ”Við Horns Rev 3 skrivar Danmark vindmyllusøgu við einum munandi falli í útreiðslunum til útvegan av havvindi. Ongin ivi er um, at streymur frá havvindmyllum í framtíðini fer at verða ein munandi partur av grønu umleggingini og vera við til at minka CO2 í atmosferuni”, sigur Rasmus Helveg Petersen, veðurlags-, orku- og byggimálaráðharri. Í mun til fyrr gjørdar prísmetingar merkir prísurin upp á 77,0 oyru, at brúkararnir fara at hava eina ítøkiliga sparing upp á 2,2 miljardir krónur í føstum 2015-prísum næstu 11-12 árini, sum er tað tíðarskeiðið, vindmyllulundin fær stuðul. Síðani fer Horns Rev 3 at gera streym fyri marknaðarprís og ikki longur fáa nakran stuðul. Vinnaraprísurin liggur langt undir teimum 105,1 oyrunum (113,2 oyru í 2015-prísum). Við dagsins prísstøði verður Horns Rev 3 sostatt 32 prosent bíligari enn síðst, Danmark bygdi eina havmyllulund. Hetta ger lundina til ta bíligastu lundina í Evropa í løtuni. Arbeiðið uppá Horns Rev 3 fer í gongd skjótast gjørligt, og lundin skal verða liðug í seinasta lagi 1. januar 2020. Fyrstu myllurnar kunnu knýtast í netið 1. januar 2017, tá vindmyllurnar kunnu veita streym til elnetið. Horns Rev 3 útvegar arbeiði til 7.000 ársverk frá og við 2016 og trýr ár fram. Elframleiðslan frá lundini svarar til nýtsluna hjá 450.000 húsarhaldum. Lundin fer at økja vindpartin av elnýtsluni í 2020 úr 46,2 prosentum til 51,0 prosent. CO2-útlátið verður skert við 1,16 miljónir tonsum. Kelda: Energistyrelsen Antares.fo Antares vitjar Norðoyar Sparikassa í Klax. Fríggjamorgunin 27. februar vóru limirnir í Antares bodnir til eitt tiltak í Klaksvík, har Norðoya Sparikassi var vertur. Uppmøtingin var avbera góð. Einir 30-35 útisiglarar møttu. Byrjað var við morgunmati í hugnaligu hølunum í Gamla Seglhúsinum. Marner Mortensen, sparikassastjóri beyð vælkomin og Eyðun Kjølbro, undirstjóri greiddi frá um tænastur sparikassans. Kendi countrysangarin Hallur Joensen sang og spældi síðan tveir sangir. Símun Gullaksen, eigari av Gamla Seglhúsinum, greiddi frá um søguna hjá húsinum og fortaldi onkrar skemtisøgur, sum høvdu tilknýti til húsið og tey, sum høvdu virkað har. Løtan bleiv ikki minni skemtilig, tá Martin Sonny Frederiksen las søguna hjá Mourits Mohr um, tá Læars og Anne Lena royndu seg sum handilsfólk. Hereftir var stutt orðaskifti um eftirlønarskipanina hjá útisiglarum. Sagt var frá um gongdina í samskiftinum við myndugleikarnar í hesum máli. Síðan var farið í Christianskirkjuna, har ein væl upplagdur Alex Sólstein greiddi frá um kirkjuna. At enda var farið í sparikassan, har stjórin vísti gestunum runt í húsinum og greiddi frá um sparikassabygningin og um sparikassan. www.antares.fo / martin sonny Stór páskastevna í Kelduni 05/03/2015 Samkoman Keldan skipar á páskum fyri stórari stevnu. Stevnan verður hildin í Kelduni í Skálafirði. Endamálið við stevnuni er, at menniskju skulu uppliva Jesus til anda, sál og likam. Páskirnar minna okkum á Jesu fullgjørda verk á Golgata, har Jesus doyði og reis upp fyri at geva øllum menniskjum ævigt lív og vón. Á stevnuni fara føroyskir talarar at tala Guds orð. Pauli Høj, Símun P. Jacobsen, Jastrid Høj, Jóhan Petur Johannesen, Poli Jacobsen, Tummas Jacobsen, Bergur D. Joensen, Ólavur Jacobsen, Sunniva Poulsen o.fl. fara at tala. Sangkreftir frá fleiri samkomum luttaka á møtunum. Stórt familjumøti verður á stevnuni, har klovnurin BUBU fer at vitja! Og nógv annað spennandi verður á skránni, Aftaná møtið verður nátturði. Fleiri spennandi barnamøti verða hildin á stevnuni. Evnið er Ver ein HETJA! Vit hoyra søgur um hetjur, og fara at hoyra um, hvussu vit kunnu vera hetjur í gerandisdegnum Á stevnuni verður áhugavert seminar hildið. Evnini eru islam og kristnitrúgv og vøksturin og ávirkanin hjá kristnitrúnni heiminum i dag. Høgni Johannesen og Rúni Rasmussrn fara at halda hvør sín fyrilestur. Tvey stór tiltøk fyri ung vera á stevnuni. Tað eru tvey kvøld, har AWAKE er á skránni við viðkomandi boðskapum, lovsangi og framførslum. Væl dámda tiltakið “Á sanganna Veingjum” verður aftur hesuferð á stevnuni. Hetta er eitt sangtiltak, har øll fáa møguleika at syngja við. Tað verður góður og lættur felagssangur. Hjartaliga vælkomin á páskastevnu í Kelduni! Okkara bøn er, at tú skalt kenna Guds signing og góðan felagsskap á stevnuni. Keldan Torsportal.fo Høgni Reistrup í Framsókn 05/03/2015 Framsókn skal boða frá, at 31 ára gamli Høgni Reistrup verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. – Virðisgrundarlagið hjá Framsókn hyggur inn í framtíðina. Flokkurin ynskir eitt tíðarhóskandi og liberalt samfelag. Tað geri eg eisini, og tí bjóði eg meg fram til komandi løgtingsval, sigur Høgni Reistrup. Hann er nýggjur í Framsókn, men hevur verið nógv at hoyrt seinastu árini serliga við bókini EXIT Føroyar, sum hann sjálvur annar ritstjórnaði. -Vit bjóða Høgna Reistrup at vera vælkomnan í Framsókn. Vit gleða okkum at arbeiða saman við Høgna, sum er gløggur og framfýsin. Hann umboðar eisini eitt nýtt ættarlið av ungum, væl lærdum og víðskygdum føroyingum, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. – Grundleggjandi haldi eg, at tey amboð, sum Framsókn hevur í amboðskassanum, eru tey røttu til at gera Føroyar til eitt enn betri land. Tá eg tosi við fólk, siga tey ofta, at virðini hjá Framsókn eru tíðarhóskandi. Eg eri púra samdur. Tað snýr seg um at taka burtur forboð og um at gera privata geiran til ein størri part av búskapinum, sigur Høgni Reistrup. Torsportal.fo X Factor: Jógvan skal syngja danskt dansi hitt 05.03.2015 - 12:30 Fríggjakvøldið skulu luttakarnir royna seg við kendum donskum "klub-hittum" Jógvan skal syngja kenda danska dansi-hittið "Tiden går baglæns" sum Clara Sofie og Rune RK fyltu dansigólvini við. Hetta er ein heilt nýggjur stílur Jógvan skal royna seg við, og spennandi verður at fylgja við um hann gerst tann nýggi dansikongurin í X Factor, ella um tey hava tilpassað sangin, soleiðis at hann passar betri við stílin hjá Jógvan. Hetta skulu tey syngja fríggjadagin: • Jógvan: ’Når tiden går baglæns’ hjá Clara Sofie & Rune RK • Emilie Esther: ’Glimpse of a Time’ hjá Broken Twin • Baraa Qadoura: ’Better Than Yourself (Criminal Mind Pt. 2)’ hjá Lukas Graham • Tannaz Hakami: ’I Danmark er jeg født’ hjá Isam B • Citybois: ’Lørdag aften’ hjá Ukendt Kunstner • Ivarsson, Bang & Neumann: ’Comforting Sounds’ hjá Mew Portal.fo Arbeiðsóhapp umborð á russiskum skipi í Fuglafirði 05.03.2015 - 12:45 Fyrr í dag fekk løgreglan eina fráboðan um eina arbeiðsóhapp umborð á einum russiskum skipi, ið liggur við kai í Fuglafirði. Óhappið hendi, tá ein lutur datt á høvdið á einum russiskum sjómanni. Tá Portalurin tosaði við vakthavandi á løgreglustøðini fyri løtu síðani, visti hann ikki hvussu álvarsamur skaðin var, men upplýsti at maðurin varð alt fyri eitt fluttur á Landssjúkrahúsið. Portal.fo Ongin mannskaði tá bilur fór útav vegnum í Klaksvík 05.03.2015 - 13:15 Tað var ein heldur ógvuslig sjón, ið møtti bilførarum í Klaksvík í morgun, tá tey koyrdu eftir vegnum á Gørðum. Við síðuna av vegnum lá nevniliga bilur, ið var koppaður á síðuna. Sjálvt um tað sá heldur ógvusligt út, so upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini, at ongin fekk skaða í ferðsluóhappinum. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so var hvørki hálka ella rúsdrekka partur av ferðsluóhappinum, men talan var um ein bilførara, ið einans var óheppin og koyrdi ov langt út á síðuna av vegnum og fór útav. Portal.fo Tórheðin: At selja kvotur á uppboðssølu er eitt vandamikið experiment 05.03.2015 - 13:24 - Útsagnir frá teimum sum tala fyri uppboðssølu eru sjálvandi skeivar. At siga at eyka gjald á føroysku fiskivinnuna, sum fiskivinnur í londum vit kappast við ikki hava, ikki vil ávirka kappingarførið hjá okkara vinnu negativt á altjóða marknaðum, tað er púra við síðuna av. Tað skrivar Tórheðin Jónsveinsson Jensen í lesarabrævi í dag, har hann viðgerð føroysku fiskivinnuna og uppboðssølu, ið eru tvey evnir, ið hava verið nógv kjakast um síðstu nógvu árini. Sambært Tórheðini Jónsveinssyni Jensen, so vil ein uppboðssølu av kvotum føra til at feløg ikki gera langtíðar íløgur, ið aftur kann hava við sær, at sjálv góðskan á selda fiskinum verður verri og harvið seld fyri ein verri prís, tí neyðugu íløgurnar í nýmótans skip ikki verða gjørdar.
Recommended publications
  • College of Wooster Miscellaneous Materials: a Finding Tool
    College of Wooster Miscellaneous Materials: A Finding Tool Denise Monbarren August 2021 Box 1 #GIVING TUESDAY Correspondence [about] #GIVINGWOODAY X-Refs. Correspondence [about] Flyers, Pamphlets See also Oversized location #J20 Flyers, Pamphlets #METOO X-Refs. #ONEWOO X-Refs #SCHOLARSTRIKE Correspondence [about] #WAYNECOUNTYFAIRFORALL Clippings [about] #WOOGIVING DAY X-Refs. #WOOSTERHOMEFORALL Correspondence [about] #WOOTALKS X-Refs. Flyers, Pamphlets See Oversized location A. H. GOULD COLLECTION OF NAVAJO WEAVINGS X-Refs. A. L. I. C. E. (ALERT LOCKDOWN INFORM COUNTER EVACUATE) X-Refs. Correspondence [about] ABATE, GREG X-Refs. Flyers, Pamphlets See Oversized location ABBEY, PAUL X-Refs. ABDO, JIM X-Refs. ABDUL-JABBAR, KAREEM X-Refs. Clippings [about] Correspondence [about] Flyers, Pamphlets See Oversized location Press Releases ABHIRAMI See KUMAR, DIVYA ABLE/ESOL X-Refs. ABLOVATSKI, ELIZA X-Refs. ABM INDUSTRIES X-Refs. ABOLITIONISTS X-Refs. ABORTION X-Refs. ABRAHAM LINCOLN MEMORIAL SCHOLARSHIP See also: TRUSTEES—Kendall, Paul X-Refs. Photographs (Proof sheets) [of] ABRAHAM, NEAL B. X-Refs. ABRAHAM, SPENCER X-Refs. Clippings [about] Correspondence [about] Flyers, Pamphlets ABRAHAMSON, EDWIN W. X-Refs. ABSMATERIALS X-Refs. Clippings [about] Press Releases Web Pages ABU AWWAD, SHADI X-Refs. Clippings [about] Correspondence [about] ABU-JAMAL, MUMIA X-Refs. Flyers, Pamphlets ABUSROUR, ABDELKATTAH Flyers, Pamphlets ACADEMIC AFFAIRS COMMITTEE X-Refs. ACADEMIC FREEDOM AND TENURE X-Refs. Statements ACADEMIC PROGRAMMING PLANNING COMMITTEE X-Refs. Correspondence [about] ACADEMIC STANDARDS COMMITTEE X-Refs. ACADEMIC STANDING X-Refs. ACADEMY OF AMERICAN POETRY PRIZE X-Refs. ACADEMY SINGERS X-Refs. ACCESS MEMORY Flyers, Pamphlets ACEY, TAALAM X-Refs. Flyers, Pamphlets ACKLEY, MARTY Flyers, Pamphlets ACLU Flyers, Pamphlets Web Pages ACRES, HENRY Clippings [about] ACT NOW TO STOP WAR AND END RACISM X-Refs.
    [Show full text]
  • Tíðindi Úr Føroyum Tann 24. Mars 2015 Tíðindi Til Føroyingar
    Tíðindi úr Føroyum tann 24. mars 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Frystir í morgun 24.03.2015 - 07:06 Ansa eftir - tað er hált í morgun. Tað hevur verið kalt í nátt, og ísurin hevur lagt seg á bilrútarnar her í lýsingini. So tað kann gott taka eitt sindur longri tíð at sleppa avstað við bilinum í morgun, enn tað plagar tá tað er komið so mikið út á várið. Landsverk ávarar eisini um hálku í morgun. Veðurstøðin á Gjáarskarði máldi trý kuldastig um 7 tíðina í morgun og á Heltnini vóru tvey kuldastig. Fleiri aðra staðir vístu hitamátarnir eisini kuldastig. Soleiðis verður sagt um koyrilíkindini í morgun: Hálku fráboðan: Gjáarskarð - 06:48: Boðað verður frá hálku. Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 06:48: Roknast kann við hálku. Høgareyn - 06:48: Roknast kann við hálku. Vatnsoyrar - 06:48: Roknast kann við hálku. Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 06:48: Roknast kann við hálku. Kaldbaksbotnur - 06:48: Roknast kann við hálku. Sund - 06:38: Roknast kann við hálku . við Velbstaðháls - 06:48: Roknast kann við hálku. Sandoy, á Brekkuni Stóru - 06:48: Roknast kann við hálku . Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 06:47: Roknast kann við hálku. Porkerishálsur - 06:48: Roknast kann við hálku. Portal.fo Havsbrún-virki í Skagen miljardaumsetning Ein av størstu fyritøkunum í Skagen, og ein av heimsins størstu í heiminum av sínum slag, fiskamjølsvirkið FF Skagen (sum Havsbrún í Fuglafirði er partaeigari í, red.), hevði ein umsetning í 2014 upp á 1,6 miljardir krónur og eitt yvirskot upp á 47 miljónir krónur. Sambært nevndarformanninum Jens A. Borup, eru serliga tvær hendingar orsøkin til góða úrslitið.
    [Show full text]
  • Tíðindi Úr Føroyum Tann 26. Feb. 2015 Tíðindi Til Føroyingar Uttanlanda
    Tíðindi úr Føroyum tann 26. feb. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Danjal av Rana 26.02.2015 (10:05) Framvegis nógvur vindur Stormur í dag og ælingur. Hvassur vindur og kavaælingur í morgin. Leygardagin hvassur vindur og vátaslættingsælingur. Veturin hongur enn yvir okkum. Hósdagin verður stormur av útsynningi og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum tvey og fimm stig. Fríggjadagin verður hvassur vindur upp í skrið av vestri, seinnapartin minni vindur. Okkurt vátaslettings- og kavaælið og hitin millum tvey og fimm stig. Leygardagin verður hvassur vindur av útsynningi, um kvøldið minni vindur. Okkurt kava- ella vátaslettingsælið og hitin millum eitt og fimm stig. Sunnudagin verður lot av suðri, mánadagin frískar hann vindin av útsynningi. Yvirhøvur turt og hitin millum eitt og seks stig. In.fo Mærsk hægsta úrslitið nakrantíð Hóast avbjóðandi marknaðarkor fekk A. P. Møller-Mærsk í 2014 hægsta úrslitið nakrantíð. Úrslitið eftir skatt var 31,2 miljardir krónur (5,2 miljardir dollarar), sum skal samanberast við 22,8 miljardir krónur (3,8 miljardir dollarar) í 2013. Umsetningurin hækkaði úr 284,3 miljardir krónum (47,4 miljardir dollarum) í 2013 til 285,4 miljardir krónur (47,6 miljardir dollarar) í 2014. "Maersk Line varðveiddi leiðslu sína mótvegis ídnaðinum, og APM Terminals hevði munandi framgongd. Maersk Drilling endaði sína flotaendurnýggingarskrá sum ætlað, meðan framleiðslan hjá Maersk Oil hækkaði sum væntað. Úrslitið hjá APM Shipping Services varð lægri enn væntað, í høvuðsheitum orsakað av úrslitinum í Damco", sigur Niels Smedegaard Andersen, stjóri, sum letur væl at framtíðarútlitunum. "Til tess at brynja okkum uppaftur betri til framtíðina, hava vit gjørt av at selja partabrøv okkara í Danske Bank”, leggur hann aftrat.
    [Show full text]
  • Gently Read Literature
    1 | P a g e Contents 4—Colleen Abel on Caryl Pagel’s 61—An Insurgency of Language: Stacia M. Experiments I Should Like Tried At My Own Fleegal’s review of Mary Biddinger’s poetry Death collection O Holy Insurgency 6—Christina M. Rau on Emma Bolden’s 63—Suzanne Hard on Luanne Rice’s novel poetry collection Maleficae The Lemon Orchard 10—Amy Pence on reading On Ghosts by 65—Margaret Rozga reviews Terry Elizabeth Robinson Blackhawk’s poetry collection The Light 12—Michael Kasper reviews the novel Lift Between Your Right Arm by Peter Cherches 68—Jonterri Gadson reviews allegiance by 15—Making Music from the Badlands of Francine j. harris Horror Vacui: Virginia Konchan reviews 71—Emilie Esther‐Ann Schnabel reviews Joshua Marie Wilkinson’s Swamp Isthmus Animal Husbandry Today by Jamie Sharpe 18—Parth Vasa reviews Kirby Gann’s novel 73—Samantha Duncan reviews Alex Ghosting Dimitrov’s poetry collection Begging for It 21—David Appelbaum on Bill Yarrow’s 75—Sing a Song of Darkness: Katherine Yets Pointed Sentences on Hymn for the Black Terrific by Kiki 24—Ed Davis reviews the novel The Virgins Petrosino by Pamela Erens 78—Help Me Solve a Mystery, Who is Who 27—Robin Martin reviews Bonnie ZoBell’s and Where are We?: Katherine Yets on Carrie short stories in The Whack Job Girls Olivia Adams’ Forty‐One Jane Doe’s 30—Fred Misurella reviews George Guida’s 82—The Poem is a Ritual that Conceals: C. short fictions in The Pope Stories Kubasta reviews Jeffrey Pethybridge’s Striven, 32—Bonnie ZoBell reviews Valerie the Bright Treatise Fioravanti’s short story collection Garbage 85—Acceptance Inside an Envelope: Night at the Opera Katherine Yets reviews of Julie Marie Wade’s 35—Grace Curtis reviews Frances Hatfield’s poetry collection Postage Due poetry collection Rudiments of Flight 88—Olivia Stiffler’s poetry collection 37—Robin Martin reviews Adam Berlin’s Otherwise, We Are Safe reviewed by novel The Number of Missing Margaret Rozga 40—Christina M.
    [Show full text]
  • Absent Voter Details Abbreviated
    Absent Voter Details Abbreviated Run Date: 10/12/2020 2020 NOV GENERAL ELECTION Run Time: 4:28 pm 2020 NOV GENERAL ELECTION Election: 11/03/2020 Selection Criteria : Category/Org Issued AV ID Returned BT Party Name Mailed To City Cons Precinct Stub # REG MAIL 10/05/20 56339 32 NP ABDON, CRYSTAL FAITH 2825 CO RD 26 MARENGO OH 43334 080064 080064.CAR 000051 REG MAIL 09/17/20 55379 35 NP ABDON, GARY F 4890 CO RD 23 CARDINGTON OH 43315 080063 080063.MTG 000036 REG MAIL 10/05/20 56288 16 REP ABNER, THOMAS B 6033 CO RD 22 MT GILEAD OH 43338 050027 050027.NOR 000099 MIL MAIL 08/27/20 52184 8 REP ABRAHAM, KEVIN NOEL 116 HERON DRIVE GOLDSBORO NC 27534 030015 030015.CAR 5000 REG MAIL 09/09/20 54030 9 REP ABRAM, JACK DUANE 3632 US RT 42 CARDINGTON OH 43315 030018 030018.CAR 000088 REG MAIL 09/09/20 54029 9 REP ABRAM, ROBERTA R 3632 US RT 42 CARDINGTON OH 43315 030018 030018.CAR 000089 REG MAIL 10/01/20 56134 16 NOPTY ACKERMAN, MARY ANN 6396 CO RD 20 MT GILEAD OH 43338 050027 050027.NOR 000088 REG MAIL 09/10/20 54366 34 NOPTY ADAIR, ROY L 5620 CO RD 187 CARDINGTON OH 43315 080064 080064.HIG 000097 REG MAIL 08/27/20 52270 13 DEM ADAMS, BOBBY G 2424 ST RT 314 FREDERICKTOWN OH 430190000 040024 040024.HIG 000030 TSXO OFF 10/12/20 57583 10/12/20 57 REP ADAMS, FREDERICK A 2165 CO RD 25 CARDINGTON OH 43315 160102 160102.CAR 958 REG MAIL 10/01/20 56209 49 REP ADAMS JR, JERRY E 3347 ST RT 229 MARENGO OH 43334 120084 120084.HIG 000034 REG MAIL 09/08/20 53845 38 NOPTY ADAMS, JOHN ELDON 3838 TWP RD 169 CARDINGTON OH 43315 090069 090069.CAR 000095 TSXO OFF 10/12/20
    [Show full text]
  • YOUNG and WONDERFUL 084 T/M: Daniel Degn Damgaard Møller, 2016
    YOUNG AND WONDERFUL 084 T/M: Daniel Degn Damgaard Møller, 2016 G B m D A ## 4 j j & 4 Œ ‰ j Œ‰ j œ œ Œ‰œ œ œ œ œ Œ‰œ œœœœ œA perœ (-œ)fectœ life,œ noœ matœ (œ- )ter why it is in con-trol with you œ G B m D ## Œ ‰ Œ ‰ j Œ ‰ j & j œ œ œ œ œ œ œ Thisœ sumœ - mer(œ) œI go,œ getœ - tingœ the show I'm in a con - trol A G B m ## & Œ ‰ j œ œ œ Œ ‰ j œ œ œ œ œœ œ œ œ œ withœ you œœ (I'veœ) learned not to run too fastœ fromœ what I can feel D A ## j & œ œ œ œ œ Œ ‰ œ œ œ is wrongœ œI took a deep breathœ withœ you œ œ G B m ## & Œ ‰ j œ œ œ œ œ œ œ œ œ œ (Myœ) friends just came by a - longœ this(œ) sum - mer I sing D A G ## j & œ œ œ œ œ œ Œ ‰ œ œ œ œœ a songœ forœ - get you in way to long œ You˙. wereœ alœ - B m D/a A G B m ## Œ Ó & œ œ ˙ œ œ œ œ œ œ - ˙. most out ofœ sight now˙. œI hearœ ˙. the choir Trykt med tilladelse YOUNG AND WONDERFUL Kærlighed D A 1-2 B m G D ## & ˙. œ œ œ Œ Ó ˙. œ ˙. ˙ œ to - night: We areœ all, weœ areœ all in œ conœ - trolœ A B m G D A ## Œ Œ & ∑ ˙.
    [Show full text]
  • Rijt 010=50) of Tríona Aecorb
    1921-1922 Annual Catalogue Item Type Book Authors University of Arizona Publisher University of Arizona Rights Public Domain: This material has been identified as being free of known restrictions under U.S. copyright law, including all related and neighboring rights. Download date 24/09/2021 05:22:26 Item License http://creativecommons.org/publicdomain/mark/1.0/ Link to Item http://hdl.handle.net/10150/580382 rIjt 010=50) of tríona aecorb tnnua{ Catalogue 1921 =1922 ERRATA Page 86.Advanced Degrees.By action of the faculty taken after the issuance of the catalogue,it will be necessary for candidates for Master's degrees to offer at least 15 units of acceptable credit, earned while in residence on the campus of the University of Arizona, at Tucson, for at least one semester.This regulationmateriallymodifiesthe statementinthe catalogue regarding completion of residence require- ments at summer schools. Page 76.The course leading to the degree of B. S. in Chemistry is a 144 -unit course, and the degree is conferred by the College of Mines and Engineering. Page 74.In the course for students preparing to teach Vocational Agriculture under the Smith Hughes Act, leading to the degree of B. S. in Education, Soil Chemistry (Agricultural Chemistry 2)will be given in the first semester of the third year. Page 83.In the course leading to the degree of B.S.inElectricalEngineering, Third Year,First semester,Mech. Arts 5should beMech. Eng. 5. To be filled out by the Superintendent or Principal of the School and mailed by himdirect totheRegistrar, UNIVERSITY OF ARIZONA TUCSON, ARIZONA This certifies that M attended.
    [Show full text]