Tíðindi úr Føroyum tann 5. mars 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Fleiri korrupsjónsmál í A.P. Møller-Mærsk Eftir at A.P. Møller-Mærsk í 2010 setti eina varskógvaraskipan í verk, er talið á fráboðaðum korrupsjónsmálum vaksið. Í 2012 vóru trý mál, í 2013 fýra, og í 2014 vóru ikki færri enn 13 korrupsjónsmál. Av teimum 13 málunum eru fýra endað, eftir at hava verið kannað inanhýsis í samtakinum, og í tveimum førum var onki hald í ákærunum. Níggju mál verða framvegis kannað. A.P. Møller-Mærsk hevur sett í verk ein null-tolsemispolitikk í mun til korrupsjón, sum merkir, at mutur als ikki verður toldur. Nils Smedegaard Andersen, stjóri, hevur sagt, at hann ikki vil hoyra talan um korrupsjón og gjørdi í oktobermánaða í starvsfólkablaðnum Maersk Post vart við, at korrupsjón er sera skaðilig fyri bæði samtakið og fyri samfelagið. Mærsk Gruppen kunngjørdi í 2009 eina antikorrupsjónsskrá, sum millum annað hevur havt við sær, at meira enn 25.000 Mærsk-starvsfólk hava verið á antikorrupsjónsskeiði, og í 2010 setti Mærsk eina varskógvaraskipan í verk. Mærsk Gruppen skrásetur tó eisini korrupsjónsmál uttanum varskógvaraskipanina og fann í 2014 sjálv fram til fleiri mál. Brasilsku myndugleikarnir høvdu í fjør Mærsk Tankers undir illgruna fyri mutur í sambandi við brasilska oljufelagið Petrobras, men hald vísti seg ikki at vera í hesum ákærum, upplýsti reiðaríið tá. Kelda: Berlingske Business Antares.fo Danmark fær bíligari el frá havmyllum Við einum prísi upp á 77,0 oyru fyri kilowatttíman fer komandi havvindmyllulundin Horns Rev 3 at veita streym nógv bíligari enn aðrar havmyllulundir í bæði Danmark og útlandinum. Vinnarin av útboðnum av vindmyllulundini Horns Rev 3 er Vattenfall Vindkraft A/S. ”Við Horns Rev 3 skrivar Danmark vindmyllusøgu við einum munandi falli í útreiðslunum til útvegan av havvindi. Ongin ivi er um, at streymur frá havvindmyllum í framtíðini fer at verða ein munandi partur av grønu umleggingini og vera við til at minka CO2 í atmosferuni”, sigur Rasmus Helveg Petersen, veðurlags-, orku- og byggimálaráðharri. Í mun til fyrr gjørdar prísmetingar merkir prísurin upp á 77,0 oyru, at brúkararnir fara at hava eina ítøkiliga sparing upp á 2,2 miljardir krónur í føstum 2015-prísum næstu 11-12 árini, sum er tað tíðarskeiðið, vindmyllulundin fær stuðul. Síðani fer Horns Rev 3 at gera streym fyri marknaðarprís og ikki longur fáa nakran stuðul. Vinnaraprísurin liggur langt undir teimum 105,1 oyrunum (113,2 oyru í 2015-prísum). Við dagsins prísstøði verður Horns Rev 3 sostatt 32 prosent bíligari enn síðst, Danmark bygdi eina havmyllulund. Hetta ger lundina til ta bíligastu lundina í Evropa í løtuni. Arbeiðið uppá Horns Rev 3 fer í gongd skjótast gjørligt, og lundin skal verða liðug í seinasta lagi 1. januar 2020. Fyrstu myllurnar kunnu knýtast í netið 1. januar 2017, tá vindmyllurnar kunnu veita streym til elnetið. Horns Rev 3 útvegar arbeiði til 7.000 ársverk frá og við 2016 og trýr ár fram. Elframleiðslan frá lundini svarar til nýtsluna hjá 450.000 húsarhaldum. Lundin fer at økja vindpartin av elnýtsluni í 2020 úr 46,2 prosentum til 51,0 prosent. CO2-útlátið verður skert við 1,16 miljónir tonsum. Kelda: Energistyrelsen Antares.fo Antares vitjar Norðoyar Sparikassa í Klax. Fríggjamorgunin 27. februar vóru limirnir í Antares bodnir til eitt tiltak í Klaksvík, har Norðoya Sparikassi var vertur. Uppmøtingin var avbera góð. Einir 30-35 útisiglarar møttu. Byrjað var við morgunmati í hugnaligu hølunum í Gamla Seglhúsinum. Marner Mortensen, sparikassastjóri beyð vælkomin og Eyðun Kjølbro, undirstjóri greiddi frá um tænastur sparikassans. Kendi countrysangarin Hallur Joensen sang og spældi síðan tveir sangir. Símun Gullaksen, eigari av Gamla Seglhúsinum, greiddi frá um søguna hjá húsinum og fortaldi onkrar skemtisøgur, sum høvdu tilknýti til húsið og tey, sum høvdu virkað har. Løtan bleiv ikki minni skemtilig, tá Martin Sonny Frederiksen las søguna hjá Mourits Mohr um, tá Læars og Anne Lena royndu seg sum handilsfólk. Hereftir var stutt orðaskifti um eftirlønarskipanina hjá útisiglarum. Sagt var frá um gongdina í samskiftinum við myndugleikarnar í hesum máli. Síðan var farið í Christianskirkjuna, har ein væl upplagdur Alex Sólstein greiddi frá um kirkjuna. At enda var farið í sparikassan, har stjórin vísti gestunum runt í húsinum og greiddi frá um sparikassabygningin og um sparikassan. www.antares.fo / martin sonny Stór páskastevna í Kelduni 05/03/2015 Samkoman Keldan skipar á páskum fyri stórari stevnu. Stevnan verður hildin í Kelduni í Skálafirði. Endamálið við stevnuni er, at menniskju skulu uppliva Jesus til anda, sál og likam. Páskirnar minna okkum á Jesu fullgjørda verk á Golgata, har Jesus doyði og reis upp fyri at geva øllum menniskjum ævigt lív og vón. Á stevnuni fara føroyskir talarar at tala Guds orð. Pauli Høj, Símun P. Jacobsen, Jastrid Høj, Jóhan Petur Johannesen, Poli Jacobsen, Tummas Jacobsen, Bergur D. Joensen, Ólavur Jacobsen, Sunniva Poulsen o.fl. fara at tala. Sangkreftir frá fleiri samkomum luttaka á møtunum. Stórt familjumøti verður á stevnuni, har klovnurin BUBU fer at vitja! Og nógv annað spennandi verður á skránni, Aftaná møtið verður nátturði. Fleiri spennandi barnamøti verða hildin á stevnuni. Evnið er Ver ein HETJA! Vit hoyra søgur um hetjur, og fara at hoyra um, hvussu vit kunnu vera hetjur í gerandisdegnum Á stevnuni verður áhugavert seminar hildið. Evnini eru islam og kristnitrúgv og vøksturin og ávirkanin hjá kristnitrúnni heiminum i dag. Høgni Johannesen og Rúni Rasmussrn fara at halda hvør sín fyrilestur. Tvey stór tiltøk fyri ung vera á stevnuni. Tað eru tvey kvøld, har AWAKE er á skránni við viðkomandi boðskapum, lovsangi og framførslum. Væl dámda tiltakið “Á sanganna Veingjum” verður aftur hesuferð á stevnuni. Hetta er eitt sangtiltak, har øll fáa møguleika at syngja við. Tað verður góður og lættur felagssangur. Hjartaliga vælkomin á páskastevnu í Kelduni! Okkara bøn er, at tú skalt kenna Guds signing og góðan felagsskap á stevnuni. Keldan Torsportal.fo Høgni Reistrup í Framsókn 05/03/2015 Framsókn skal boða frá, at 31 ára gamli Høgni Reistrup verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. – Virðisgrundarlagið hjá Framsókn hyggur inn í framtíðina. Flokkurin ynskir eitt tíðarhóskandi og liberalt samfelag. Tað geri eg eisini, og tí bjóði eg meg fram til komandi løgtingsval, sigur Høgni Reistrup. Hann er nýggjur í Framsókn, men hevur verið nógv at hoyrt seinastu árini serliga við bókini EXIT Føroyar, sum hann sjálvur annar ritstjórnaði. -Vit bjóða Høgna Reistrup at vera vælkomnan í Framsókn. Vit gleða okkum at arbeiða saman við Høgna, sum er gløggur og framfýsin. Hann umboðar eisini eitt nýtt ættarlið av ungum, væl lærdum og víðskygdum føroyingum, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. – Grundleggjandi haldi eg, at tey amboð, sum Framsókn hevur í amboðskassanum, eru tey røttu til at gera Føroyar til eitt enn betri land. Tá eg tosi við fólk, siga tey ofta, at virðini hjá Framsókn eru tíðarhóskandi. Eg eri púra samdur. Tað snýr seg um at taka burtur forboð og um at gera privata geiran til ein størri part av búskapinum, sigur Høgni Reistrup. Torsportal.fo X Factor: Jógvan skal syngja danskt dansi hitt 05.03.2015 - 12:30 Fríggjakvøldið skulu luttakarnir royna seg við kendum donskum "klub-hittum" Jógvan skal syngja kenda danska dansi-hittið "Tiden går baglæns" sum Clara Sofie og Rune RK fyltu dansigólvini við. Hetta er ein heilt nýggjur stílur Jógvan skal royna seg við, og spennandi verður at fylgja við um hann gerst tann nýggi dansikongurin í X Factor, ella um tey hava tilpassað sangin, soleiðis at hann passar betri við stílin hjá Jógvan. Hetta skulu tey syngja fríggjadagin: • Jógvan: ’Når tiden går baglæns’ hjá Clara Sofie & Rune RK • Emilie Esther: ’Glimpse of a Time’ hjá Broken Twin • Baraa Qadoura: ’Better Than Yourself (Criminal Mind Pt. 2)’ hjá Lukas Graham • Tannaz Hakami: ’I Danmark er jeg født’ hjá Isam B • Citybois: ’Lørdag aften’ hjá Ukendt Kunstner • Ivarsson, Bang & Neumann: ’Comforting Sounds’ hjá Mew Portal.fo Arbeiðsóhapp umborð á russiskum skipi í Fuglafirði 05.03.2015 - 12:45 Fyrr í dag fekk løgreglan eina fráboðan um eina arbeiðsóhapp umborð á einum russiskum skipi, ið liggur við kai í Fuglafirði. Óhappið hendi, tá ein lutur datt á høvdið á einum russiskum sjómanni. Tá Portalurin tosaði við vakthavandi á løgreglustøðini fyri løtu síðani, visti hann ikki hvussu álvarsamur skaðin var, men upplýsti at maðurin varð alt fyri eitt fluttur á Landssjúkrahúsið. Portal.fo Ongin mannskaði tá bilur fór útav vegnum í Klaksvík 05.03.2015 - 13:15 Tað var ein heldur ógvuslig sjón, ið møtti bilførarum í Klaksvík í morgun, tá tey koyrdu eftir vegnum á Gørðum. Við síðuna av vegnum lá nevniliga bilur, ið var koppaður á síðuna. Sjálvt um tað sá heldur ógvusligt út, so upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini, at ongin fekk skaða í ferðsluóhappinum. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so var hvørki hálka ella rúsdrekka partur av ferðsluóhappinum, men talan var um ein bilførara, ið einans var óheppin og koyrdi ov langt út á síðuna av vegnum og fór útav. Portal.fo Tórheðin: At selja kvotur á uppboðssølu er eitt vandamikið experiment 05.03.2015 - 13:24 - Útsagnir frá teimum sum tala fyri uppboðssølu eru sjálvandi skeivar. At siga at eyka gjald á føroysku fiskivinnuna, sum fiskivinnur í londum vit kappast við ikki hava, ikki vil ávirka kappingarførið hjá okkara vinnu negativt á altjóða marknaðum, tað er púra við síðuna av. Tað skrivar Tórheðin Jónsveinsson Jensen í lesarabrævi í dag, har hann viðgerð føroysku fiskivinnuna og uppboðssølu, ið eru tvey evnir, ið hava verið nógv kjakast um síðstu nógvu árini. Sambært Tórheðini Jónsveinssyni Jensen, so vil ein uppboðssølu av kvotum føra til at feløg ikki gera langtíðar íløgur, ið aftur kann hava við sær, at sjálv góðskan á selda fiskinum verður verri og harvið seld fyri ein verri prís, tí neyðugu íløgurnar í nýmótans skip ikki verða gjørdar.
Details
-
File Typepdf
-
Upload Time-
-
Content LanguagesEnglish
-
Upload UserAnonymous/Not logged-in
-
File Pages9 Page
-
File Size-