Tíðindi Úr Føroyum Tann 26. Feb. 2015 Tíðindi Til Føroyingar Uttanlanda
Total Page:16
File Type:pdf, Size:1020Kb
Tíðindi úr Føroyum tann 26. feb. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Danjal av Rana 26.02.2015 (10:05) Framvegis nógvur vindur Stormur í dag og ælingur. Hvassur vindur og kavaælingur í morgin. Leygardagin hvassur vindur og vátaslættingsælingur. Veturin hongur enn yvir okkum. Hósdagin verður stormur av útsynningi og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum tvey og fimm stig. Fríggjadagin verður hvassur vindur upp í skrið av vestri, seinnapartin minni vindur. Okkurt vátaslettings- og kavaælið og hitin millum tvey og fimm stig. Leygardagin verður hvassur vindur av útsynningi, um kvøldið minni vindur. Okkurt kava- ella vátaslettingsælið og hitin millum eitt og fimm stig. Sunnudagin verður lot av suðri, mánadagin frískar hann vindin av útsynningi. Yvirhøvur turt og hitin millum eitt og seks stig. In.fo Mærsk hægsta úrslitið nakrantíð Hóast avbjóðandi marknaðarkor fekk A. P. Møller-Mærsk í 2014 hægsta úrslitið nakrantíð. Úrslitið eftir skatt var 31,2 miljardir krónur (5,2 miljardir dollarar), sum skal samanberast við 22,8 miljardir krónur (3,8 miljardir dollarar) í 2013. Umsetningurin hækkaði úr 284,3 miljardir krónum (47,4 miljardir dollarum) í 2013 til 285,4 miljardir krónur (47,6 miljardir dollarar) í 2014. "Maersk Line varðveiddi leiðslu sína mótvegis ídnaðinum, og APM Terminals hevði munandi framgongd. Maersk Drilling endaði sína flotaendurnýggingarskrá sum ætlað, meðan framleiðslan hjá Maersk Oil hækkaði sum væntað. Úrslitið hjá APM Shipping Services varð lægri enn væntað, í høvuðsheitum orsakað av úrslitinum í Damco", sigur Niels Smedegaard Andersen, stjóri, sum letur væl at framtíðarútlitunum. "Til tess at brynja okkum uppaftur betri til framtíðina, hava vit gjørt av at selja partabrøv okkara í Danske Bank”, leggur hann aftrat. Úrslitið í 2014 varð positivt ávirkað av søluni av partabrævameirilutanum í Dansk Supermarked, sum gav 2,8 miljardir dollarar. Maersk Line stóð seg betur enn væntað og hevði í 2014 eitt yvirskot upp á 2,3 miljardir dollarar ímóti 1,5 miljardir dollarum í 2013. Maersk Oil hevði harafturímóti eitt tap upp á 861 miljónir dollarar ímóti einum yvirskoti upp á 1 miljard dollarar í 2013, sum stóðst av fallinum í oljuprísinum. APM Terminals økti sítt yvirskot úr 770 miljónir dollarum í 2013 til 900 miljónir dollarar í 2014, sum bæði komst av einum vøkstri í nøgdini og einum vinningi av søluni av terminalinum í Virginia, USA. Maersk Drilling hevði eitt yvirskot upp á 478 miljónir dollarar ímóti 528 miljónir dollarum í 2013. Úrslitið í 2014 varð negativt ávirkað av niðurskrivingum upp á 85 miljónir dollarar. APM Shipping Services hevði eitt undirskot upp á 230 miljónir dollarar ímóti einum undirskoti upp á 85 miljónir dollarar í 2013, sum millum annað stóðst av trupulleikum í logistikkfelagnum Damco. Kelda: A.P. Møller-Mærsk Antares.fo Vilmund Jacobsen 25.02.2015 (20:24) Frítíðarfiskimenn sleppa - men ikki útróðrarmenn - Tað er undarligt, at Norðhavið skal vera gýtingarfriðað fyri útróðrarmonnum, men ikki fyri frítíðarfiskimonnum. Tað heldur Sjúrður Joensen, sum eigur og rekur útróðrarbátin, Falkin, ið er heimahoyrandi á Skála. - Eg haldi tað vera undarligt, at Norðhavið skal vera friðað fyri línuveiði um várið - úr seks og út á 12 fjórðingar úr landi, samstundis sum snellubátar kunnu royna á hesi leið júst, sum teimum lystir. Sjúrður Joensen vísir á, at leiðirnar úr seks fjórðingum og út á 12 fjórðingar úr Mýlingi og langt eystur eftir eru gýtingarfriðaðar fyri línuveiði frá 15. februar til 15. apríl. - Avleiðingin er, at útróðrarbátar gjarna seta línuna innari, t.v.s. úr landi og út á seks fjórðingar, og her er lutfalsliga nógvur smáfiskur at fáa. Tað er tí lítil stovnsrøkt í hesum, leggur hann aftrat. Hann sigur, at um útróðrarbátarnir fara út um 12 fjórðingar við línuni, koma teir gjarna á leiðirnar, har teir stóru línubátarnir royna, og tað riggar ikki so væl. Sjúrður Joensen vísir á, at tað er eingin, sum livir av bara at royna við snellu um várarnar. - Teir, sum leggja seg eftir at fiska við snellu hesa ársins tíð, gjarna eru menn, sum hava annað arbeiði, men sum leggja seg eftir at rógv út nakrar vikur um várið. Útróðrarmaðurin, sum eigur Falk, heldur, at skulu leiðir friðast móti fiskiskapi, eiga friðingarnar at fevna um allar veiðihættir - og snella hjá frítíðarfiskimonnum eigur ikki at vera undantikin. In.fo Vilmund Jacobsen 25.02.2015 (21:16) Dómurin skal fáa avleiðingar Løgtingsmaðurin, Bill Justinussen, heldur, at dómurin, sum varð sagdur í Føroya Rætti í dag í málinum millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann og fýra tíðindafólk, eigur at fáa avleiðingar fyri Kringvarpið, har trý av hesum fólkum starvast. - Jú, eg haldi, at dómurin eigur at fáa fylgir fyri Kringvarpið. Trúvirðið hjá Kringvarpinum, sum verður goldið úr hvørjum heimi í Føroyum, hevur ongantíð verið so lágt. Bill Justinussen segði í sendingini Radarin hjá Kringvarpinum í dag, at miðlarnir eiga ikki at hava so stóra makt, at teir bara kunnu fara eftir politikarum og jagstra tey, til tey liggja eftir á. In.fo Vilmund Jacobsen 25.02.2015 (22:21) Marjun nýggjur prestur í Klaksvík Á felags kirkjuráðsfundi í Norðoya vestara prestagjaldi í kvøld, hin 25. februar 2015, innstillaðu kirkjuráðini Marjun Lómaklett í kallið sum sóknarprestur. Tað er landsstýrismaðurin, sum endaliga tekur støðu til innstillingina og setir komandi sóknarprestin í embætið. Ætlanin er, at prestur verður innsettur skjótast gjørligt. Í næstu viku verður avgjørt, nær dómprósturin skipar sóknarprestin í embætið. Norðoya vestara prestagjaldi fevnir um fimm kirkjusóknir, Mikladal, Húsar, Kunoy, Árnafjørð og Klaksvík. Fýra umsøkjarar vóru til embætið. Tað veit www.folkakirkjan.fo at siga í kvøld. In.fo Vilmund Jacobsen 25.02.2015 (23:06) Fult álit skal vera á Kringvarpinum - Hetta er ógvuliga feskt fyri okkum, og enn havi eg bara lisið niðurstøðurnar. Eg havi sligið upp á tráðin hjá hinum í kringvarpsstýrinum, og vit eru samd um at tosa um støðuna. Tað segði Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið, í sendingini Radarin, sum varð send í Kringvarpinum seinnapartin í dag. - Vit mugu tryggja, at trúvirðið hjá Kringvarpinum verður óskalað eftir dómin í Føroya Rætti í dag. Spurdur, um úrslitið av dóminum, har trý tiðindafólk, harav stjóri og tíðindaleiðari, hjá Kringvarpinum, eru dømd fyri ærumeiðing, fer at ávirka trúvirðið hjá Kringvarpinum, segði Rúni, at tað dugir hann ikki at siga. - Vit í stýrinum fara at tosa um hetta, og so kunnu vit venda aftur til tann spurningin. Tað hevur stóran týdning, at fólk kunnu hava fult álit á Kringvarpinum - og at Kringvarpið eisini framyvir kann hava eitt vakið og vera á varðhaldi, segði Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið. In.fo Vilmund Jacobsen 25.02.2015 (23:55) Trúvirðið fingið eitt skot fyri bógvin Kringvarpsstjórin var eisini við í sendingini Radarin, sum Kringvarpið sendi seinnapartin í dag í samband við, at dómur er fallin í nógv umrødda tollmálinum. Úrslitið er, sum flestum kunnugt, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fekk viðhald í, at Kringvarpið og Portalurin í fleiri greinum og sendingum hava ærumeitt landsstýrismannin fyri tíðina, hann var stjóri í Niclasen-fyritøkuni í Sørvági. Í sendingini Radarin varð Dia Midjord, kringvarpsstjóri, spurdur, um úrslitið av dóminum hevur skatt trúvirðið hjá Kringvarpinum. - Stendur dómurin, soleiðis sum hann er sagdur í dag, einsamallur - ja, so vil eg meta, at trúvirðið er skalað. Tað eru nøkur ting, sum vit ikki hava gjørt rætt. Vit fingu viðhald í, at málið var aktuelt og viðkomandi, men dómarin heldur ikki, at mátin, vit hava sagt søguna upp á, var hin rætti. Dia helt, at Kringvarpið kundi havt fortalt søguna øðrvísi - og við øðrum orðum enn teimum, ið brúkt vórðu. Spurdur, hvørja ávirkan dómurin fer at hava á tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum, helt Dia, at ávirkan helst verður meira ótilvitað. - Tá vit viðgera slik viðurskifti, skulu vit ivaleyst ansa betri eftir orðunum, men eg má viðganga, at tað er keðiligt fyri framsøgufrælsið at noyðast at leggja bond á seg sjálvan. Dia Midjord segði, at sjálvandi skulu fólk hava álit á Kringvarpinum, og tað má ongantið blíva soleiðis, at fólk, sum lurta, hugsa: "Ná, hatta er Kringvarpið, og Kringvarpinum skulu vit ikki hava álit á..." Kringvarpsstjórin ásannaði, at hann sjálvur og tvey onnur av hansara starvsfólkum nú eru dømd fyri umrøðuna av tollmálinum. - Vit mugu taka støðu til, hvat tað er, sum vit kundu havt gjørt øðrvísi og betri, segði Dia Midjord í sendingini Radarin seinnapartin í dag. In.fo Áki Bertholdsen 26.02.2015 (08:42) Hetta er ikki nøktandi fyri sjúklingar - Hetta er undarligt og tað er ikki nøktandi fyru sjúklingar. Tað heldur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Tað, hon sipar til, er ætlanin hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, at samskipa viðgerðina í urologi á øll tey trý sjúkrahúsini. Hetta er ein skipan, sum skal byggjast upp rundan um ein ráðgevandi lækna, sum kemur úr Danmark til Føroyar í nakrar vikur um árið. Men serlækni í urologi er longu í føstum starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tí vilja Sirið Stenberg og Kristin Michelsen nú hava landsstýrismannin at greiða frá, hví hann heldur, at tað er ein góð skipan, hann hevur sett í verk. - Tað er undarligt at byggja skipan upp við urologi, upp um ein ráðvegandi serlækna, sum kemur uttaneftiur, tá ið urologur er í Føroyum í føstum starvi. In.fo Danjal av Rana 26.02.2015 (10:58) Fjórði hvør hevur minni álit á KVF Fjórði hvør hevur minni álit á KVF, fimti hvør hevur størri álit, meðan restin ikki hevur broytt støðu eftir dómin í rættarmálinum millum Jørgen Niclasen og tíðindafólkini. Dia Midjord, kringvarpsstjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, og Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpinum, vóru í Føroya Rætti í gjár, saman við Sveini Tróndarsyni, tíðindamanni, funnin sek í ákærunum fyri ærumeiðing av Jørgeni Niclasen. Í kjalarvørrinum av dóminum hevur nakað av prátið verður um, hvussu hetta fór at ávirka trúvirðið hjá Kringvarpinum millum manna. Millum annað søgdu bæði Dia Midjord og Rúni Heinesen í sendingini Radarin í Kringvarpinum í gjár, at trúvirðið hjá stovninum møguliga hevði tikið skaða.