Føroyar Og Bankarnir Í 100 Ár
Føroyar og bankarnir í 100 ár Útgevari: Føroya Banki Uppseting: Vasti Perma: Ingi Joensen, Grafikstudio Myndir: Kalmar Lindenskov, Álvur Haraldsen, Jens Kr. Vang, Per á Hædd og Føroya Fornminnissavn Prent: Formula TryXager ISBN: 99918-3-205-X Føroyar og bankarnir í 100 ár Góðu føroyingar! Tann 1. mars 2006 vóru 100 ár liðin, síðan Føroya Banki á fyrsta sinni beyð kundum sínum á gátt í einum lítlum húsum í Niels Finsensgøtu í Havn. Hetta hevur bankin valt at hátíðarhalda á ymsan hátt í føðingardagsárinum. Skipað er fyri stórum føðingardagsveitslum kring landið fyri kundum bankans, og bókin, tygum hava í hondini, hevur til endamáls at varpa ljós á bankasøgu Føroya og samfelagsligu menningina seinastu 100 árini. Hon verður latin øllum húskjum í Føroyum sum gáva. Bankarnir hava havt ein sera týðandi leiklut í samfelagnum farnu øldina. Teir hava gjørt tað møguligt hjá framfýsnum vinnulívsfólkum at gera ætlanir til veru- leika, og teir hava givið privatfólkum umstøður at seta føtur undir egið borð. Men bankarnir hava eisini, tá samfelagið av og á rak út á streymasjógv og kom í fíggjarligt óføri, verið miðdepil í teimum hørðu uppgerðum, sum stóðust av bakkøstunum. Føroyingar høvdu í mong ár tveir bankar, Føroya Banka og Sjóvinnubankan. Hesir báðir bankarnir vórðu orsakað av búskaparkreppuni í 1990’unum lagdir saman í ein banka, ið tók búmerkið hjá Sjóvinnubankanum og fekk sær navnið Føroya Banki. Føroyska samfelagið tók stór tøk fyri at varðveita bankaskipanina í 1990’un- um. Afturlítandi kunnu vit staðfesta, at verkætlanin eydnaðist betur, enn nakar hevði droymt um. Bankin hevur meiri enn vunnið innaftur ta íløgu, ið lands- stýrið gjørdi í bankarnar, og landsstýrið eigur ein banka, ið óivað kann seljast við munandi vinningi.
[Show full text]