Føroyar Og Bankarnir Í 100 Ár
Total Page:16
File Type:pdf, Size:1020Kb
Føroyar og bankarnir í 100 ár Útgevari: Føroya Banki Uppseting: Vasti Perma: Ingi Joensen, Grafikstudio Myndir: Kalmar Lindenskov, Álvur Haraldsen, Jens Kr. Vang, Per á Hædd og Føroya Fornminnissavn Prent: Formula TryXager ISBN: 99918-3-205-X Føroyar og bankarnir í 100 ár Góðu føroyingar! Tann 1. mars 2006 vóru 100 ár liðin, síðan Føroya Banki á fyrsta sinni beyð kundum sínum á gátt í einum lítlum húsum í Niels Finsensgøtu í Havn. Hetta hevur bankin valt at hátíðarhalda á ymsan hátt í føðingardagsárinum. Skipað er fyri stórum føðingardagsveitslum kring landið fyri kundum bankans, og bókin, tygum hava í hondini, hevur til endamáls at varpa ljós á bankasøgu Føroya og samfelagsligu menningina seinastu 100 árini. Hon verður latin øllum húskjum í Føroyum sum gáva. Bankarnir hava havt ein sera týðandi leiklut í samfelagnum farnu øldina. Teir hava gjørt tað møguligt hjá framfýsnum vinnulívsfólkum at gera ætlanir til veru- leika, og teir hava givið privatfólkum umstøður at seta føtur undir egið borð. Men bankarnir hava eisini, tá samfelagið av og á rak út á streymasjógv og kom í fíggjarligt óføri, verið miðdepil í teimum hørðu uppgerðum, sum stóðust av bakkøstunum. Føroyingar høvdu í mong ár tveir bankar, Føroya Banka og Sjóvinnubankan. Hesir báðir bankarnir vórðu orsakað av búskaparkreppuni í 1990’unum lagdir saman í ein banka, ið tók búmerkið hjá Sjóvinnubankanum og fekk sær navnið Føroya Banki. Føroyska samfelagið tók stór tøk fyri at varðveita bankaskipanina í 1990’un- um. Afturlítandi kunnu vit staðfesta, at verkætlanin eydnaðist betur, enn nakar hevði droymt um. Bankin hevur meiri enn vunnið innaftur ta íløgu, ið lands- stýrið gjørdi í bankarnar, og landsstýrið eigur ein banka, ið óivað kann seljast við munandi vinningi. Samanlagdi bankin hevur tað í dag sum ein ferðugur unglingi. Hann er sterk- ur, væl fyri og til reiðar at taka av komandi avbjóðingum. Men hann ber sam- stundis við sær eina ríka og hendingaríka søgu, sum hann ikki gloymir. Tá søgan um bankarnar skuldi skrivast, valdi Føroya Banki at biðja fyrr- verandi forstjóran í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, og Jóan Paula Joensen, professara, taka sær av arbeiðinum. Jørn Astrup Hansen hevur við sínum skarpa og lætta penni víst, at hann kann skriva um torskild fíggjarviðurskifti, so øll skilja hann. Jóan Pauli Joensen hevur við sínum stóra søguliga granskingararbeiði víst, at hann hevur eitt innlit í Føroya fólkalív og søgu sum fáur. Verkið, sum teir báðir lata úr hondum, er eftir okkara tykki eitt valaverk. Rithøvundarnir hava fingið fríar hendur at skriva søguna og hava býtt uppgáv- Føroya Banki 100 ár 5 una millum sín soleiðis, at Jørn Astrup Hansen hevur skrivað um bankarnar í 100 ár. Hetta er fyrri partur av bókini. Seinni partur, sum Jóan Pauli Joensen hevur skrivað, er ein ferð gjøgnum samfelagsmenningina í Føroyum í tíðarskeið- num uppundir og eftir, at Føroya Banki varð stovnaður í 1906. Nógv av tí, sum kemur fram í hesi bók, er ikki umrøtt gjølla fyrr. Tað er tí okkara vón, at lesararnir fara at halda bókina vera bæði upplýsandi og spenn- andi. Tað er eisini okkara vón, at eitt nú miðnámsskúlarnir fara at taka væl ímóti hesum verki. Søgan um bankarnar og samfelagið, tá Føroyar mentu seg frá bóndasamfelag til veiðisamfelag og síðan ídnaðarsamfelag, er ein áhugaverd og lærurík søga, sum okkara ungfólk eiga at kenna. Á veg ímóti einskiljing Bankin, ið letur frá sær hetta søguliga verkið, er ein sterkur og sunnur banki, sum stendur við eitt vegamót. Á sumri 2005 var vaktarskifti á brúnni hjá Føroya Banka. Jørn Astrup Hansen fór frá sum forstjóri, og nýggjur forstjóri gjørdist Janus Petersen, ið hevði verið stjóri í bankanum síðan 1994. Tann 1. februar 2006 varð Súni Schwartz Jacobsen eisini settur sum stjóri. Nýggja leiðslan hevur saman við nevnd bankans sett kósina av nýggjum. Strategiska ætlanin fyri bankan miðar stutt og greitt eftir at fáa Føroya Banka at vaksa bæði heima og uttanlands. Og úrslitini síggjast longu. Bankin hevur í seinastuni skundað munandi undir íløguhug føroyinga við eitt nú at bjóða kundum at gera íløgur í trygg lánsbrøv. Nýggj produkt sum SkáaLán, FastLán og RentuLoft eru komin á marknaðin, og útlánini til vinnulívið og innlán bankans eru nógv vaksin. Í juni 2006 gjørdist bankin limur í Virðisbrævamarknaði Føroya og íslendska virðisbrævamarknaðinum, ICEX. Føroya Banki kann við hesum limaskapi virka sum meklari á marknaðinum og ráðgeva teimum fyritøkum, sum vilja lata seg skráseta har. Bankin hevur í sama viðfangi sett á stovn eina corporate finance deild, so bankin nú er førur fyri at veita alla neyðuga ráðgeving, tá fyritøkur verða seldar og keyptar. Eisini hevur bankin saman við øðrum stovnað framtaks- felagið Løkir og er í ferð við at stovna nýtt bústaðarsølufelag. Ein onnur stór avbjóðing hjá bankanum, nú hann fer um tey 100, er, at hann skal einskiljast. Løgtingið samtykti 2. mai 2006 við stórum meiriluta, at Fígg- ingargrunnurin frá 1992, sum eigur 99,4 prosent av partabrøvunum í bankan- um, skal fara undir at selja síni partabrøv. Ætlanin er at einskilja bankan soleiðis, at bankin verður skrásettur á Virðisbrævamarknaði Føroya, so bankin kann gerast ogn hjá einum breiðum eigaraskara. Í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum, sum løgtingið samtykti, varð sagt, at 6 Føroya Banki 100 ár tað eru atlit at føroyska virðisbrævamarknaðinum og førleikamenning av før- oyska fíggjarsektorinum, ið liggja aftan fyri hetta valið. Eisini varð staðfest, at løgtingslimir síggja ein ávísan vanda í, at serkunnleiki og menning av ymiskum førleikum kunnu verða flutt av landinum, um ein útlendskur strategiskur íleggj- ari keypir bankan. Nevnd og stjórn bankans taka fult undir við, at bankin verður einskildur, og at einskiljingin verður framd soleiðis, sum løgtingið hevur sett sær fyri. Einskilj- ingin er eitt natúrligt stig at taka, eftir at bankin hevur vunnið innaftur tær 2,7 milliardir krónurnar, sum landið brúkti at fáa Sjóvinnubankan og Føroya Banka á rættkjøl aftur undir kreppuni. Fyri at lætta um søluna útlutaði Føroya Banki á vári 2006 eigarunum 600 milliónir krónur í søguliga stórum vinningsbýti. Nýggjar tíðir og vøkstur Um tað mundið, tá Føroya Banki varð stovnaður, kollveltust liviumstøðurnar í Føroyum á so mangan hátt. Vit fingu telefon. Vit fingu telegraf. Vit fingu ljós. Vit fingu skipaðan politikk. Og fiskivinnan tók seg fram við miklari ferð. Sum úrslit av hesum framtakshugi skaptist tørvur á einum banka. Í dag er menningin ikki minni. Tøkniliga er heimurin allur bundin saman í internet og aðrar elek- troniskar skipanir. Alsamt fleiri tænastur av alskyns slagi verða tí sjálvvirkandi. Hetta er ein fyrimunur fyri peningastovnarnar, tí teir fáa veitt betri, skjótari og tryggari tænastur. Í dag taka fólk pengar út í sjálvtøkum og gjalda sínar rokningar umvegis netbankan heimanífrá. Ung sum eldri keypa eisini í handlum við FR-kortum, ið rættiliga hava kollvelt alla gjaldsmidling í samfelagnum. Før- oysku peningastovnarnir hava á fyrimyndarligan hátt samstarvað um allar hesar nýggju tænasturnar gjøgnum Elektron. Men peningastovnarnir kappast eisini støðugt. Fyrr var kappingin serliga millum Sjóvinnubankan og Føroya Banka, men síðan bankarnir báðir vórðu lagdir saman, og lógarverkið í 1994 varð broytt soleiðis, at sparikassarnir eisini kundu fara at virka sum bankar, hevur kappingin serliga staðið millum saman- lagda bankan og sparikassarnar. Og síðan útlendskir peningastovnar fóru at gera vart við seg í Føroyum, er kappingin harðnað uppaftur meira. Herda kappingin ger, at Føroya Banki á ongan hátt kann taka sær av løttum. Menning og nýhugsan eru lyklaorð fyri at fáa bankan at vaksa. Avgerandi er eis- ini, at bankin er opin fyri at leita út á aðrar leiðir enn tær heimligu. Arbeitt verð- ur tí fram ímóti at víðka virksemi bankans til eisini at umfata uttanlandsvirk- semi. Nú landamørkini hvørva, og kapitalur, arbeiðsmegi, tænastur og vørur ferðast frítt millum lond, ið fyrr vóru heilt afturlatin, er hetta ein sjálvsøgd leið at fara. Føroya Banki 100 ár 7 Men meðan nútíðin bjóðar av, kann vera læruríkt at dvølja eitt bil við upp- runan. Hann lesa vit um í hesi bók. Bankin takkar Jørn Astrup Hansen og Jóan Paula Joensen fyri avrikið. Ein tøkk fer eisini til hini, ið vóru við til at skapa bók- ina. Vasti, ið tók sær av prentilgerðini, Jógvan Jespersen, ið týddi tekstin hjá Jørn Astrup Hansen til føroyskt, Una Arge, ið skipaði tilfarið til prentingar, Inga Joensen, ið tilevnaði permuna, og Erling Isholm, ið gjørdi navnayvirlitið aftast í bókini. Haldane Joensen og Ólavur Øster á Føroya Fornminnissavni veittu eins og Dimmalætting og Sosialurin køna hjálp í sambandi við myndir og tekningar. Kanska verða ikki allir lesarar samdir um, at søgan um Føroyar og bankarnar í 100 ár átti at verið skrivað soleiðis, sum hon her verður løgd fram. Men sum høvundarnir vísa á, so hava teir sjálvir valt tey evni, teir lýsa, og niðurstøðurnar eru teirra egnu. Hetta er eftir okkara tykki rætti mátin at skriva søgu. Høvund- arnir skulu við egnum kanningararbeiði sum grundarlag hava frælsi at gera sínar egnu niðurstøður. Góðan lesihug! Jóhan Páll Joensen Janus Petersen nevndarformaður forstjóri 8 Føroya Banki 100 ár Innihald Bankarnir í 100 ár Jørn Astrup Hansen Fyrsti bankin í Føroyum . 17 Keypmenn og bankamenn . 17 Ólavur á Heygum tekur fyrsta stigið . 18 Landmandsbankin stovnar Føroya Banka . 18 Føroya Banki letur upp . 20 Lunnar lagdir undir ein nýggjan banka . 23 Sjóvinnulánsgrunnurin . 23 Nýggj manning á brúnna . 24 Sjóvinnubankin sjósettur . 26 Seinni heimsbardagi . 30 Føroyar verða hersettar. 30 Politiskt skifti . 31 Føroyar fáa egið gjaldoyra. 32 Frá fiskiskapi til transitthandil . 34 Ov nógvur peningur . 36 Sterlingpundini hjá Sjóvinnubankanum . 37 Føroyar fara úr sterlingblokkinum . 38 Árini eftir kríggið . 39 Útbygging av trolaraflotanum. 39 Sjóvinnubankin í trupulleikum. 41 Føroya Banki 100 ár 9 Reyðabók . 52 Sjóvinnubankin fór upp í hvalaveiðu. 62 Nýggjar fíggingarkeldur . 64 Tjóðbankin veitir hjálp . 66 Nýggjar tíðir. 68 Ráfiskagrunnurin. 69 Við veðhaldi . 72 Bankarnir vaksa ov skjótt . 75 Ávaringarnar ikki tiknar í álvara .