Stjórnarskipan Føroya Stjórnarskipan Føroya Álit Stjórnarskipanarnevndin 2006 Stjórnarskipan Føroya – Álit Samskipan og ritstjórnan: Jóan Pauli Joensen (ábyrgd) og Rúni Rasmussen Útgevari: Stjórnarskipanarnevndin, 2006 Umbróting, perma, prent og innbinding: Føroyaprent Heimasíða: www.ssn.fo Teldupostur:
[email protected] ISBN 99918-3-214-9 Innihaldsyvirlit Fororð . 7 Stjórnarskipanarnevndin . 9 Inngangur . 11 Tjóðskaparliga semjunevndin . 15 Hví stjórnarskipan? . 17 Stjórnarskipanir og tann søguligi møguleikin . 23 Stjórnarskipan Føroya uppskot . 26 Stjórnarskipan Føroya við viðmerkingum . 42 Minnilutaviðmerkingar - Jóannes Hansen, Bárður Larsen og Ingibjørg Berg . 99 - Kári á Rógvi . 102 - Jóannes Eidesgaard . 104 - Bárður Nielsen . 106 - Kaj Leo Johannesen . 108 - Høgni Hoydal . 110 - Skriv frá Tjóðveldisflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum . 112 Fylgiskjøl . 113 Fylgiskjal A – Yvirlit yvir fundir . 115 Fylgiskjal Á – Yvirlit yvir kunningartiltøk . 116 Fylgiskjal B – Keldur – útvaldar heimasíður . 118 Fylgiskjal D – Keldur – útvaldar bókmentir . 121 5 Fororð Hetta álit við uppskoti til eina nýggja føroyska stjórnarskipan verður við hesum latið Føroya Løgmanni. Innihaldið í hesum áliti er fyrst ein inngangur, síðani ein rættiliga nágreinilig lýsing av, hví vit hava tørv á eini stjórnarskipan, og um tann søguliga møguleikan sum vit hava í hesum sambandi. Eisini verður greitt frá arbeiðinum í teirri undirnevnd, ið hevur tikið sær av teimum spurn- ingunum, sum trupult hevur verið at fingið semju um. Sjálvt uppskotið til stjórnarskipan kemur í álitinum fyrst fyri í reinum líki og síðani við viðmerkingum. Síðan eru prentaðar minnilutaviðmerkingar frá nevndar- limum. Seinast í álitinum eru fylgiskjøl av týdningi fyri arbeiðið í nevndini og fyri framhaldandi viðgerð. Við framløguni av hesum áliti verður hildin tann freist, sum ásett er í løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2003, seinni broytt við løgtingslóg nr.