Tíðindi úr Føroyum tann 15. okt. 2015

Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Hallur av Rana 15.10.2015 (12:06) Gott fjallveður um vikuskiftið Eitt veikt brúgvalag liggur yvir Føroyum næstu samdøgrini, men aftaná vikuskiftið verður veðrið óstøðugt og hann veksur um vindin.

Fram til fríggjamorgunin: Í kvøld og í nátt lítið lot til gul úr suðri og útsynningi, skýggjað og támut, men mest turt. Hitin um 10 stig.

Fríggjadagin: Lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Í støðum stívt andøvsgul úr útsynningi. Skíggjað og támut, men mest turt. Hitin um 10 stig.

Leygardagin: Lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Í støðum stívt andøvsgul, 10 metrar um sekundið úr útsynningi. Skíggjað og támut, men mest turt. Hitin um 10 stig.

Sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul úr suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skíggjað og támut, men mest turt. Um náttina snarar vindurin í ein vestan og útnyrðing. Hitin millum 7 og 10 stig.

Mánadagin: Gul til stívt andøvsgul úr útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum um náttina veksur til strúkur í vind upp í skríð úr suðri og útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Fyrst turt og í stundum sól, seinni skíggjað og í stundum regn ella æl. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.

Týsdagin: Stívt andøvsgul upp í ein hvassan vind úr útsynningi og suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, um náttina veksur til skrið, 13 til 18 metrar um sekundið. Fyrst nakað av regni frá útsynningi, seinni fylgt av ælum. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.

Hallur av Rana 15.10.2015 (09:14) Føroyar væl umboðaðar á Arktiskari ráðstevnu Um vikuskiftið verður skipað fyri stórari altjóða stevnu í Reykjavík, ið kallast Arctic Circle. Fyrireikararnir meta, at umleið 1500 luttakarar úr 50 londum verða til stevnuna, ið er størsta ráðstevna um Arktisk í heiminum.

Á skránni fyri ráðstevnuni er ein ørgrynna av fyrilestrum og røðum. Millum teirra, ið skulu flyta fram røðu eru fleiri føroyingar, harímillum Aksel V. Johannesen, løgmaður, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, Christian Nagata, nevndarformaður í Guðrun & Guðrun, Jørgen Niclasen, tinglimur, Birita í Dali, cand.scient.pol ið skal tosa um føroysk - russisk vidurskifti, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.

Úr rúgvuni av útlendskum røðarum kunnu nevnast Francois Hollande, forseti Fraklands, Prince Albert II úr Monaco, Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri í Reykjavík, Ólafur Ragnar Grímsson, forseti Íslands og Dagfinn Høybråten, aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Endamálið við The Arctic Circle er, at menna samstarvið í Arktisk gjøgnum dialog, og seta framtíðina hjá Arktisk í altjóða miðdepilin.

Ráðstevnan verður hildin í Hørpuni og byrjar í dag. In.fo

Áki Bertholdsen 15.10.2015 (09:28) Fara nú í hernað ímóti ótangum í ferðsluni Ein stórur partur av bilførarunum í Føroyum virða ikki tær hámarksferðir, sum eru galdandi.

Tað vísir ein gallupkanning hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Kanningin vísir, at tað eru bara ein triðingur, ella 32 prosent, av bilførarunum, sum halda seg til hámarksferðina, og sum sostatt ikki koyra yvir 80 kilometrar um tíman á landsvegi.

Hinvegin koyrir nógv tann størsti parturin skjótari, og 53 prosent plaga at koyra 90 kilometrar um tíman og 13 prosent koyra vanliga 100 kilometrar um tíman.

Serliga ring er støðan, tá ið hugsað verður um teir ungu bilførararnir. Av bilførarum ímillum 18 - 24 ár er tað bara ein fimtingur, ella 19 prosent, sum heldur seg til hámarksferina. Og hjá teimum 25-49 ára gomlu, eru tað bara 15 prosent, sum halda seg til hámarksferðina.

Millum fólk í fimtiárunum, eru tað 34 prosent halda hámarksferðina og tað er ikki fyrrenn vit koma til teir eldru bilførararnir, teir, sum eru yvir 60 ár, har tað er meirilutin, ella 65 prosent, sum heldur lógina á hesum øki.

Ráðið fyri Ferðslutrygd fer nú undir eitt átak fyri at fáa bilførarar at koyra spakuligari.

Tey siga, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at halda hámarksferðina, tí bara tað verður koyrt 10 kilometrar skjótari enn loyvt er, veksur vandin fyri lívi og heilsu munandi, skuldi eitt óhapp hent. In.fo

Áki Bertholdsen 15.10.2015 (11:28) Menninir fara við øllum pengunum Hóast inntøkurnar hjá føroyingum er nógv hækkaðar í seinastuni, sita kvinnurnar framvegis við sviðusoð.

Tað eru nevniliga menninir, sum fara við øllum vøkstrinum.

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir nevniliga, at tað er serliga í teimum vinnugreinum, har tað eru nógv mest mannfólk, at tann stóri vøksturin er.

Eitt nú vísir uppgerðin, at hýrurnar til manningarnar á fiskiskipum, eru hækkaðar serliga nógv.

Higartil í ár eru 636 milliónir krónur goldnar í hýrum. Tað er ein framgongd uppá 112 milliónir, sum svarar til ein vøkstur upp á 21,3 prosent.

Stóra framgongdin í hýrunum var í vár, so ábendingar eru um at tá ið árið er liðugt fer vøksturin í hýrunum at vera sløk 20 prosent.

Byggivinnan hevur eisini havt stóra framgongd í ár. Higartil í ár eru goldnar 378 milliónir krónur í lønum í byggivinnuni, tað eru 35 milliónir fleiri enn í fjør, og framgongdin er sostatt 10,1 prosent.

- Allar vinnugreinar hava framgongd, undantikið fígging og trygging, har ein lítil afturgongd er í ár, sigur Hagstovan.

Annars er støðan soleiðis sum heild, at av øllum lønunum, fara 60 prosent til mennirnar og 40 prosent til kvinnurnar.

- Í løtuni er størsti vøksturin í teimum yrkjum, har flest mannfólk arbeiða, og tí fer størsti parturin av vøkstrinum til menninar.

- Higartil í ár eru útgoldnar 326 milliónir meira í lønum enn í fjør. Av hesum eiga menninir tríggjar fjórðingar, ella 241 milliónir, men kvinnurnar eiga bara ein fjórðing, ella 85 milliónir. In.fo

Áki Bertholdsen 15.10.2015 (12:42) Soleiðis skulu føroyingar fáast at koyra spakiligari Vit skulu hava fleiri politistar á gøtuna at ansa eftir ferðsluni. Og vit skulu hava meiri sjálvvirkandi eftirlit.

Tað er uppskriftin upp á at fáa føroyingar at koyra spakiligari.

Sum vit greiddu frá í morgun, eru tað nógv tann størsti parturin av bilførarunum, sum ikki halda lógina um hámarksferð.

Men í eini galluppkanning hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, vórðu fólk eisini spurd, hvat skuldi til, fyri at fáa tey at tálma ferðina.

Og tað er næstan triðihvør føroyingur, ella 30 prosent, sum halda, at økt politieftirlit er tað besta vápnið ímóti ferðsyndarum.

Men næstan líka nógv, ella 27 prosent, halda, at sjálvvirkandi eftirlit, har mynd verður tikin, er tann besta fyribyrgingin.

Hinvegin halda 19 prosent av føroyingum, at tað besta er at hækka bøturnar hjá teimum, sum verða tikin fyri at koyra ov skjótt.

Ráðið fyri Ferðslutrygd fer nú undir eitt átak við tí endamáli at fáa fólk at koyra spakiligari.

- Fleiri, sum eru í álvarsligum ferðsluvanlukkum, hava sjálvi onga skyld í vanlukuni.

- Tú kanst vera á skeivum staði, ta skeivu tíðina. Men hetta er ikki galdandi fyri fjøldina, tí kanningar uttanlands vísa, at menniskansligir feilir eru orsøkin til næstan allar deyðsvanlukkur í ferðsluni.

- Hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, skuldi tað gingið galið.

- Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum. Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at vilt tú gera títt til at gera ferðsluna tryggari, skalt tú halda hámarksferðina.

Og hjá teimum flestu merkir tað, at ferðin skal bara minkast eitt lítið sindur.

Og hyggjuráðini eru: - Halt hámarksferðina í góðum líkindum - Set ferðina hóskandi niður, tá líkindini eru ivasom - Hav atlit fyri øðrum í ferðsluni - Legg uppí, um tú ert ferðafólk, har koyrt verður ov skjótt. In.fo

Heri Simonsen 15.10.2015 (13:00) 24 hava skotið fleiri mál enn Ronaldo Aftaná 753 almennar dystir hevur Real Madrid stjørnan, skotið 501 mál fyri Real Madrid, Manchester United, Sporting Lissabon, og tað portugisiska landsliðið.

Hetta er tó langt frá søguligt met í heimshøpi, men verður Cristiano Ronaldo skaðafríur tey næstu árini kann hann væl og virðiliga nærkast í tí søguliga oddinum.

Norska TV2 hevur gjørt eitt yvirlit yvir teir 24 spælararnar, sum í fótbólts-heimssøguni hava skotið fleiri mál í almennum dystum, enn Cristiano Ronaldo :

24. Ferenc Bene (Ungarn) Tal av málum í almennum dystum: 508 23. Jimmy Greaves (Ongland) Tal av málum í almennum dystum: 511 22. Roberto Dinamite (Brasil) Tal av málum í almennum dystum: 512 21. (Svøríki) Tal av málum í almennum dystum: 513 20. Johann Krankl (Eysturríki) Tal av málum í almennum dystum: 514 19. Alfredo di Stefano (Argentina, Spania) Tal av málum í almennum dystum: 514 18. Tulio Maravilha (Brasil) Tal av málum í almennum dystum: 515 17. Zico (Brasil) Tal av málum í almennum dystum: 522 16. Gyula Zsengeller (Ungarn) Tal av málum í almennum dystum: 522 15. Jozsef Takacs II (Ungarn) Tal av málum í almennum dystum: 523 14. Fritz Walter (Týskland) Tal av málum í almennum dystum: 539 13. Hugo Sanchez (Meksiko) Tal av málum í almennum dystum: 541 12. Fernando Peyroteo (Portugal) Tal av málum í almennum dystum: 544 11. Franz Binder (Eysturríki, Týskland) Tal av málum í almennum dystum: 546 10. James McGrory (Skotland) Tal av málum í almennum dystum: 550 9. Eusebio (Portugal) Tal av málum í almennum dystum: 552 8. Ernst Willimowski (Pólland, Týskland) Tal av málum í almennum dystum: 554 7. Uwe Seeler (Týskland) Tal av málum í almennum dystum: 575 6. Ferenc Deak (Ungarn) Tal av málum í almennum dystum: 576 5. Gerd Müller (Týskland) Tal av málum í almennum dystum: 735 4. Ferenc Puskas (Ungarn) Tal av málum í almennum dystum: 746 3. Pelé (Brasil) Tal av málum í almennum dystum: 767 2. Romario (Brasil) Tal av málum í almennum dystum: 772 1. Josef Bican (Eysturríki, Kekkoslovakia) Tal av málum í almennum dystum: 805 In.fo

Neli Heldarskarð 15.10.2015 (14:24) B36 í selskapi við Barcelona, Real Madrid og Arsenal ECA, European Club Association, er ein felagsskapur, sum áhugamálini hjá teimum ymsu fótbóltsfeløgunum runt í evropa. Nevnast kann, at navnframi Karl-Heinz Rummenigge er formaður í felagsskapinum.

ECA virkar við ymsum arbeiðsbólkum. Teirra uppgáva er at arbeiða við ymsum málum, ið eru aktuel fyri fótbóltsfeløgini í evropa. ECA miðar ímóti, at bæði tey stóru, miðal og smærru feløgini eru umboðað í hesum arbeiðsbólkum.

Og sigast má, at tað er eisini pláss fyri teimum smærru í arbeiðsbólkunum. Í dag hevur ECA kunngjørt arbeiðsbólkarnar fyri tíðarskeiðið 2015-2017, og har eru tveir føroyskir nevndarlimir í høvuðsstaðarfeløgunum báðum, ið eru slopnir upp í part.

Umsitingarligi samskiparin í B36, Andrass Thomsen, hevur fingið sess í arbeiðsbólkinum "ECA Legal Advisary Panel", meðan formaðurin í HB, Finnbogi Arge, hevur fingið pláss í arbeiðsbólkinum "ECA Finance Working Group". Hetta kunnger B36 á Facebook-síðu sínari.

At felagsskapurin er fyri øll verður váttað á tann hátt, at tað er ikki hissini av umboðum, sum føroyingarnir skulu arbeiða saman við. Í arbeiðsbólkinum hjá Andrassi Thomsen eru millum annað umboð úr FC Barcelona, Real Madrid og ikki minst Arsenal. In.fo

Hallur av Rana 15.10.2015 (16:18) - Útlitini eru ikki serliga góð Samráðingartoymið hjá Fiskimálaráðnum hevur úr at gera í hesum døgum, nú strandarlondini eru farin undir samráðingar um tríggjar av teimum stóru fiskastovnunum, svartkjaft, norðhavssild og makrel.

Strandarlondini settust við fundarborðið í London mánadagin, har svartkjaftur var á skránni. Á tí fundinum eru Føroyar, ES, Ísland og Noreg strandarlond, meðan Grønland og Russland eru við sum eygleiðarar. Í dag frættist tó, at tað ikki eydnaðist londunum at finna eina semju um býtið.

Fundarvirksemi endar tó ikki har, tí í dag byrjaðu samráðingarnar um norðhavssild, har Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland sita við samráðingarborðið, meðan Grønland er við sum eygleiðari.

Í næstu viku er tað so makrelurin í er á skránni, tá Føroyar, ES og Noreg hittast í Írlandi. Á tí fundinum eru Grønland, Ísland og Russland eygleiðarar.

In.fo hevur tosað við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, um støðuna hjá Føroyum í samráðingunum. Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er ikki serliga bjartskygdur um, at tað skal eydnast at finna eina semju.

- Endamálið við hesum fundunum er, at fáa gongd aftur á samráðingarnar, men útlitini eru ikki serliga góð.

- Sum støðan er í løtuni, so eru Føroyar, ES og Norra samd um makrelbýtið, meðan Ísland og Grønland eru uttanfyri semjuna.

- Í semjuni um norðhavssild eru føroyingar uttanfyri, tí vit ikki eru nøgd við okkara lut av býtinum.

- Viðvíkjandi býtinum av svartkjafti, so er tað ES, ið hevur uppsagt semjuna, meðan vit føroyingar heldur ikki eru nøgdir við okkara part av býtinum frá 2006. Sostatt er tað í teimum báðu stóru fiskastovnunum, at eingin semja er.

Landsstýrismaðurin greiðir frá, at man fyrst roynir at finna eina heildarkvotu, men broyttu umstøðurnar í Norðuratlantshavinum kann gera støðuna verri.

- Broyttu umstøðurnar í Norðuratlantshavinum og ávirkanin á fiskastovnarnar gera, at tað er ein trupul støða at finna semjur um býtið.

- Roynt verður í fyrstu atløgu at semjast um eina heildarkvotu, har ICES mælir til at minka um kvotuna av makreli og svartkjafti, meðan sildakvotan kann hækka. Sjálvandi er sjálvt býtið millum londini tað torførasta, og tað gerst ikki lættari, um heildarkvotan skal lækkast. In.fo

Áki Bertholdsen 15.10.2015 (16:55) Greiðar reglur fyri, hvør skal minnast 1. november Nú eru greiðar reglur settar fyri, hvørji tey eru, sum skulu minnast á almenna minningarhaldinum fyri sjálætnar sjómenn, allahalgannadag, 1. november.

Biskupur ásannar, at skipanin var farin á glið og at tí var neyðugt at leggja eina linju, so at tað ber til at siga heilt neyvt, hvør skal verða nevndur á listanum.

Ein nevnd við varð manna at gera reglurnar, og í henni sótu: Anfinnur Garðalíð fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Edvard Bjarnason fyri Vørn, Bergur Berg fyri Mentamálaráðið og Løgmansskrivstovuna og Torleif Johannesen fyri Fólkakirkjuna og Sjómansmissiónina

Endamálið er at gera tað so mikið greitt, hvør eigur at verða á listanum, at tað skal ikki elva til óneyðug umrøðu um, hvør eigur at verða nevndur á listanum.

- Uttan mun til, hvar markið verður sett, kann altíð finnast okkurt markamót, har ivi kann verða um, hvør kemur á listan ella ikki. Tí er neyðugt, at støðið undir listanum eru greiðar reglur, so ivamálini eru so fá, sum til ber, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur

Samstundis skuldi útgangsstøðið verða, at hetta skal vera eitt minningarhald um sjólátnar føroyingar, sum tað stendur í lógini.

Kortini er einki er til hindurs fyri, at minningarhald verða kring landið um onnur, sum eru farin, uttan mun til um tey eru við á hesum lista, sigur biskupur.

Í dag er samfelagið nógv øðrvísi enn tað var, tá ið tey fyrstu minningarhaldini vóru og tí er nú semja um, at tann, sum kemur á listan, skal vera skrásettur hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, og skal hava latið lív í sínum yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku.

Og á sjónum merkir, at tað skal vera á skipi, á báti, ella á øðrum vinnustaði á sjónum, ella í sjónum, sigur Jógvan Fríðriksson. In.fo

Áki Bertholdsen 15.10.2015 (17:17) Støðan er álvarslig Støðan í altjóða fótbóltssambandinum, FIFA, og evropiska fótbóltssambandinum, UEFA, er heilt álvarslig.

Tað ásannar Christian Andreasen, formaður í Fóbtóltssambandi Føroya

Bæði hann, og Virgar Hvidbro, varaforseti í Fótbóltssambandi Føroya, eru í Nyon í Sveis, har kreppufundur er í evropiska fótbóltssambandinum, nú forsetin har, , er burturvístur frá øllum fótbólti í tríggjar mánaðir, tí at illgruni er um, at hann hevur svikað við pengum.

Tað sama ger seg eisini galdandi fyri Sepp Blatter, forseta í altjóða fótbóltssambandinum, sum leingi hevur verið fyri hørðum atfinningum. In.fo

Pætur Albinus 15.10.2015 (17:27) - Eitt fantastiskt ævintýr Danska heimasíðan bold.dk hevur í dag gjørt samrøðu við Christian Lamhauge Holst, nú hann spældi dyst nummar 50 fyri føroyska landsliðið og samstundis boðaði frá, at hann gevst á landsliðnum. Hann heldur tó fram við at spæla við Fremad Amager í triðbestu donsku deildini.

Sum vera man, so hevur heimasíðan spurt Christian hvat størsta løtan var við føroyska landsliðnum, og ikki óvæntað, so heldur hann, at sigrarnir á Grikkalandi myndaðu tær størstu løturnar.

- Tað er eingin ivi um, at sigrarnir á Grikkalandi, sum báðir komu innan seinasta árið, standa eftir sum tey ítróttarligu hæddarpunktini. Persónliga vóru hetta ikki mínir bestu dystir, men sum lið var tað fantastiskt at vinna teir báðar dystirnar, sigur hann.

Eisini er hann fegin um tær stóru upplivingarnar, sum hann hevur fingið saman við føroyska landsliðnum.

- Tað hevur verið eitt fantastiskt ævintýr, har eg havi fingið møguleikan at ferðast Evropa runt, og har eg havi fingið eitt betri tilknýti til Føroyar. Eg eri jú føddur og uppvaksin í Danmark, men hetta hevur givið mær sera gott tilknýti til Føroyar og mína familju har uppi, sigur Christian.

Hann heldur, at føroyska landsliðið hevur ment seg nógv síðani hann fyrstuferð var við fyri 12 árum síðani.

- Føroyar er væl betri nú. Tað eru komnir fleiri leikarar á liðið, sum ikki eru bangnir fyri at hava bóltin. Fyrr brúktu vit 90% av tíðini til at verja, nú hava vit fingið leikarar, ið gjarna vilja vera við. Tað er komin ein heilt onnur trúgv upp á tingini, og tað ger eisini, at vit nú hótta málið hjá mótstøðuliðnum, sigur Christian og at enda:

- Óansæð hvar vit spæla og hvørjum vit møta, so møta vit virðing og viðurkenning. Tað er eingin longur, sum sær Føroyar sum eitt walk over. In.fo

Barbara Holm 15.10.2015 (19:45) - Hetta var eitt stórt mistak Farna vikuskiftið varð eitt brúðarpar í Vágum partur av einari heldur óvanligari hending. Fríggjakvøldið gjørdist greitt, at parið ikki hevði heimild til at ganga saman í hjúnalag. Orsøkin var, at annar parturin ikki hevði øll pappírini í samband við hjúnaskilnað í lagið.

Leygardagin skuldi parið giftast í Vágum, og stór veitsla skuldi vera tann dagin. Og orsaka av serligu umstøðunum valdi bispur og avvarðandi prestur, at parið skuldi fáa eina hátíðarstund í kirkjuni hóast alt. Ann Dahl Hansen, prestur, kallar løtuna fyri eina vanliga gudstænastu, meðan bispur kallar løtuna fyri eina løtu við sálarrøkt. Aðrastaðni á síðuni kanst tú lesa samrøðu við Jógvan Fríðriksson, bisp, sum heldur hendingina vera óhepna. Ann Dahl Hansen vil ikki gera viðmerkingar til málið.

Hendingin í Vágum leggur lunnar undir eitt heldur prinsipielt kjak um hvar markið hjá kirkjuni gongur, tá ið umræður at "vælsigna" pør, sum ikki hava juridiska heimild fyri at ganga saman í hjúnalag. Hóast "vælsigna" ikki er tað orðið, sum bispur vil nýta fyri hesa løtuna í Vágum, so er eingin ivi um, at gudstænastan hendan dagin var serstøk. Og spurningurin er so hvar markið gongur. Kann ein kirkja, tess ráð og prestur til dømis halda eina hátíðarstund fyri samkyndum pari?

Tú kanst lesa meira um málið í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøturnar í Havn í kvøld og kring landið í morgin.

Jógvan Fríðriksson, bispur, hevur viðmerking til málið í blaðnum, og somuleiðis ein fyrrverandi kirkjutænari. In.fo

Heri Simonsen 15.10.2015 (20:30) Brendan Rodgers longu í starvi aftur Tað var ikki leingi, at fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Liverpool FC, Brendan Rodgers gekk arbeiðsleysur. Bara 11 dagar gingu frá tí, at hann fekk fótin frá søguliga stórfelagnum til hann fekk eitt arbeiðið aftur.

Sjónvarpsrásin beIN SPORTS hava í dag boðað frá, at tey hava sett Brendan Rodgers í starv, sum fótbóltsserfrøðing. Gamla SkySports-legendan, Richard Keys, sum arbeiðir fyri beIN SPORTS váttar hesum yvirfyri enska blaðnum "Daily Mirror".

Brendan Rodgers kemur at verða í studionum, og kemur at siga sína meining um tað, sum hendir á vøllinum, og uttanfyri vøllin í Premier League. beIN SPORTS hevur m.o. rættindini til at senda Premier League í steinríka landinum Katar.

Samstundis eru enskir miðlar byrjaðir at skriva, at tað gongur ikki drúgv tíð, so er Brendan Rodgers aftur høvuðsvenjari hjá einum liði í Premier League. Róð verður uppundir, at Brendan Rodgers fer at taka yvir venjarasessin í Aston Villa, tá Tim Sherwood væntandi verður sekkjaður í næstum. In.fo

Hoyvíkingar framvegis ósigraðir Eftir fimm dystir eru hoyvíkingar á odda í bestu mansdeildini í hondbólti, FTZ-deildini. Í kvøld møttust Kyndil og H71 í Høllini á Hálsi í Havn.

Tað vóru kyndilsmenn, sum løgdu seg á odda. Men eftir at vera komin upp á javnt 3-3 koyrdi H71 á og var framman fyri Kyndil restina a dystinum.

Hálvleiksstøðan var 15-11 til H71.

Toppskorarar hjá H71 vóru: Peter Krogh 6 mál Jónas Djurhuus 5 mál Tróndur Arge 4 mál Johan Hofgaard 4 mál

Toppskorarar hjá Kyndli vóru:

Hjalti Mohr Jacobsen 7 mál David Edvardsen 5 mál Frank B. Askildsen 3 mál Hørður Finnur Sigtórsson 3 mál

Dómarar vóru Hannis Wardum og Uni Wardum. 400 áskoðarar vóru til dystin.

Støðan í FTZ deildini er nú:

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig 1 H71 5 138 108 30 10 2 KÍF 4 91 74 17 6 3 VÍF 5 129 129 0 6 4 Kyndil 6 156 160 -4 4 5 StÍF 3 78 76 2 2 6 Neistin 3 68 75 -7 2 Team 7 4 87 125 -38 0 Klaksvík In.fo

Rapport: Nú eigur 1 prosent yvir helvtina av heimsins virðum Rapportin Global Wealth in 2015, útarbeidd av Credit Suisse, slær fast at fyri fyrstu ferð eigur tað ríkasta prosentið av heimsins íbúgvum yvir helvtina av virðunum. Í fjør átti tað ríkasta prosentið 48,2 prosent av heimsins samlaðu ogn, sambært somu rapport, skrivar norska Dagbladet. Sambært ársins rapport, er hesin parturin nú øktur til 50,4 prosent. Vp.fo

Hýrurnar ein fjórðing hægri Hagstovan: Higartil í ár eru hýrurnar 636 milliónir, tað er ein framgongd uppá 112 milliónir, sum svarar til ein vøkstur upp á 21,3%. Stóra framgongdin í hýrunum var í vár, so ábendingar eru um at vøksturin í hýrunum við ársenda verður niðanfyri 20%.

Byggivinnan hevur eisini havt stóra framgongd í ár. Higartil í ár eru útgoldnar 378 milliónir í lønum, tað eru 35 fleiri enn síðsta ár og framgongdin er 10,1%.

Allar vinnugreinar hava framgongd, undantikið fígging og trygging, har ein lítil afturgongd er í ár. Vp.fo

Andakt Jesus kemur aftur 11.10.2015 - 20:00 - Ásbjørn Jacobsen

Minnist tú, hvat ið teir báðir menninir í hvítum klæðum søgdu við Jesu lærusveinar tann dagin, tá ið Jesus vendi aftur til himmals?

“Hesin Jesus, sum er upptikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.” Áps. 1,11.

Nær man Jesus fara at koma aftur? Áðrenn Jesus fór til himmals, segði hann: “Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki einglarnir í himli, heldur ikki sonurin, men eina faðirin. Verið varnir, vakið og biðið; tí at tit vita ikki, nær tíðin er komin.” Mark. 13,32-33.

Hvussu skulu vit vera til reiðar tann dagin, tá ið Jesus kemur aftur? Vit eru til reiðar, tá ið vit hava fingið syndir okkara fyrigivnar og reinsaðar í Jesu blóði. Vit eru til reiðar, tá ið vit taka ímóti Jesusi og elska hann av øllum hjarta okkara. Vit eru til reiðar, tá ið vit eru vorðin Guds børn.

Øll, sum eru til reiðar og bíða eftir Jesusi, fer hann at taka heim í himmalin, har hann hevur gjørt eitt stað til reiðar til allar vinir sínar.

Og so vil Jesus siga: “Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.”

Tá vilja vinir Jesusar, tey, sum vóru til reiðar, tey rættvísu, svara: “Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?”

Tá vil Jesus, kongur konganna, svara: “Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.” Matt. 25, 31-46.

Hugsa tær til, at Jesus hevur eitt heim til okkara í himlinum! Eitt vakurt og undurfult stað! Har fara vit altíð at vera saman við honum, okkara himmalska Faðiri, einglunum og okkara kæru. Í himlinum eru øll menniskju góð og blídlig. Í himlinum eru øll menniskju lukkulig.

E. Campbell umsetti. Kristin.fo

Nationalbankens

Valutanavn middelkurs

Australske dollar 477,91

Bulgarske leva 381,49

Brasilianske real 171,82

Canadiske dollar 505,64

Schweizerfranc 686,21

Kinesiske 102,80 renminbi.yuan

Tjekkiske koruna 27,550

Euro 746,12

Britiske pund 1008,68

Hong Kong dollar 84,16

Kuna 97,92

Ungarske forint 2,4120

Israelske new shekel 170,73

Indiske rupees 10,060

Japanske yen 5,5174

Mexicanske peso 39,780

Norske kroner 80,95

Newzealandske dollar 447,23

Polske zloty 176,43

Russiske rubel 10,500

Svenske kroner 79,99

Singapore dollar 473,67

Thailandske baht 18,550

Tyrkiske lira 226,27

US dollar 652,26

Sydafrikanske rand 49,760

Danskebank.dk

Andlát Aspa Joensen, úr Fuglafirði, andaðist í heiminum í morgum 65 ára gomul.